Aftur í gjár fekk løgreglan fráboðanir frá fólki, sum órógvaðist av larmi frá skipum, sum lógu við bryggju. Hesa ferð vóru tað fólk í Ánunum í Klaksvík, sum ringdu til løgregluna at kæra sína neyð, tí tey søgdu, at tað var ikki inniverandi fyri larmi.
Løgreglan sigur, at hetta er als ikki nakað eindømi, tí tað kemur fyri í heilum, at fólk ringja at kæra sína neyð um larm frá skipum, sum liggja við bryggju.
Fyri nøkrum døgum síðani vóru fólk á Signabø so illa órógvað av einum skipi, sum lá og larmaði allan sólarkringin, at tey meldaðu, og tað er heldur ikki so sjáldan, at tey ringja úr Runavík um tað sama.
Løgreglan sigur, at tað er týðiligt, at fólk eru rættiliga ørkymlað av at tey ikki fáa frið at vera heima hjá sær sjálvum, sum tey taka til. Og samstundis tykjast tey eisini at vera rættiliga uppgevandi, tí tey føl ikki, at tey verða tikin í álvara.
Men løgreglan sigur, at hetta eru ikki mál, tey kunnu gera nakað við, tí hetta eru viðurskifti, sum liggja undir kommununum. Sostatt eru tað kommunurnar, fólk skulu ringja til, eru tey órógvað av larmi frá skipum.
Løgreglan sigur, at fólk hava borið upp á mál um at hevna seg inn á kommunustýrislimur og at fara at larma uttan fyri hjá teimum við hørðum musikki, ella onkrun sovrðnum, so at tey kunnu merkja á egnum kroppi, hvussu tað følist.
Men tað mælir løgreglan ikki til, tí gera tey tað, kemur løgreglan upp í og so kunnu tey vænta at fáa bót fyri t bróta politiviðtøkurnar. Tað er nevniliga munur á tí, og á lógligum virksemi á einum havnarlagi, sigur løgreglan.
Hetta er ein spurningur, sum hevur verið frammi fleiri ferðir, og Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur lovað at taka málið upp fyri at finna eina loysn.
Longu í oktober mánað í fjør svaraði hann einum spurningi frá Djóna Nolsøe Joensen, tingmanni, um evni, og tá segði hann, at hann ætlar at bera so í bandi, at til ber at tálma ljóðdálkingina frá skipum, sum liggja í havn. Í hesum sambandi er ætlanin at fara í samskifti við kommunurnar um at seta eina kunngerð í gildi um at tálma ljóðdálkingina frá skipavirksemi í havnum.
– Landsstreymur er eisini ein partur av svarinum, men beint nú er neyðugt at seta eina tilgongd í verk, sum kann tryggja, at ljóðdálkingin verður tálmað sum frálíður.
– Spurningurin um landsstreym fer eisini at verða viðgjørdur, men neyðugt verður við lógarfyrireikandi arbeiði, sum kann tryggja, at vit fáa teir røttu karmarnar fyri landsstreym, segði landsstýrismaðurin tá