Vóru væl nøgdir við úrslitið

Tað verður útgerð av Tvøroyri, sum skal brúkast um óhapp skuldi hent og olja lekur á sjógv, nú oljuboringarnar eru byrjaðar. Týsdagin og mikudagin vóru venjingar á Tvøroyri og tær gingu heilt væl

 

Umhvørvisvernd


Tað verður felagið ?OSR Faroes? á Tvøroyri, sum skal útvega oljuverndarútgerðina, sum skal verða til taks, um okkurt óhapp skuldi hent, so at olja lekur á sjógv, nú farið er at bora undir Føroyum.

OSR stendur fyri ?Oil Spill Respons?.

Tað eru Pauli Einarsson á Tvøroyri og aðrir, sum hava stovnað felagið og tað er nakað síðani, at útgerðin kom til landið.

Í fyrstu syftu hevur felagið leigað útgerðina, sum brúkt verður.

Og nú vaktarskipið. Faroe Connector kom undir føroyskt flagg og verður skipið, sum skal liggja vakt hjá pallinum, var hann suðuri á Tvøroyri fyrr í vikuni.

Har varð oljuverndarúgerðin sett umborð á vaktarskipið. Hetta arbeiðið gjørdi Bærendsen Teknikk mánadagin og týsdagin.

Týsdagin var útgerðin so roynd eitt sindur og mikudagin varð útgerðin aftur roynd av álvara, har manningin á Faroe Connector fekk venjing í at seta útgerðina úr og taka hana innaftur.

Pauli Einarsson sigur, at farið var út um fjørðin, út á opið hav, har tíðin varð tikin, hvussu leingi manningin á Faroe Connector hevði um at seta útgerðina út og at hála hana innaftur.

? Manningin gjørdi eitt sera gott arbeiði. Tað tók góðar 40 minuttir frá tí at venjingin byrjaði, til útgerðin varð sett og og varð farin at súgva ?olju? inn og tað er sera skjótt, ikki minst tá ið hugsað verður um, at talan er um óroynt fólk.

Instruktørurin í venjingini var frá MMB (Maritim Miljø-Beredskab) í Noregi. Somuleiðis var ein eygleiðari úr Noregi við. Hetta var eitt umboð fyri eitt felagið, ið nevnist, NOFO. Hetta er eitt felag, sum oljufeløgini sjálvi eiga og sum tekur sær av oljudálking í Noregi. Bæði instruktørurin og eygleiðarin vóru vælnøgdir við venjingina

Hann sigur, at hetta er innanfyri tær tíðir, sum roknast kann við, at tað skal takast.

?Manningin á Brimli, sum kemur at gera nakað somu uppgávu, var við í venjingunum. Nakað av útgerð skal eisini setast umborð á Brimil.


Meiri útgerð

Pauli Einarsson sigur, at í næstum kemur enn meiri útgerð til landið.

Eitt nú er skulu tríggir treylarar útvegast við serligari útgerð. Hetta er útgerð, sum skal brúkast, um okkurt óhapp skuldi hent, so at olja rekur inn ímóti landið.

Hesir tríggir treylararnir verða settir á ávís støð kring landið, so at tað altíð skal vera skjótt at fáa fatur á henni, um olja skuldi rikið ímóti landið onkustaðni.

Hann sigur, at tá ið teir eru komnir, verða eisini venjingar fyri eini manning, sum skal læra at brúka ta útgerðina.

? Ætlanin er at hava eitt fast lið av fólki á Tvøroyri, sum altíð skal vera til reiðar at fara avstað. Men ætlanin er eisini at venja eitt lið av fólkið í teimum plássunum, har treylararnir koma at standa.

Pauli Einarsson sigur, at hetta verður í tøttum samstarvið ímillum Vaktar- og Bjargningartænastuna og myndugleikarnar annars.