Vørumessan 2002
Millum handlarnar, sum hvørt ár eru á Vørumessuni á Hálsi, er handilin Hjá Pidda á Toftum. Hvørt ár, undantikið í 2000, hevur handilin vitjað sølustevnuna, men júst hetta árið barst Hanusi Lómstein frá, tí hann var ikki heima.
Hanus letur væl at stevnuni og heldur, at hon hevur stóran týdning, ikki minst fyri teir smáu og miðalstóru handlarnar í landinum.
- Vit teljast millum teir smáu handlarnar, men kortini hava vit eisini stóran
tørv á jólainnkeypi, eitt nú karamellum og søtmeti annars, umframt jólapynti og onkrum øðrum, vit keypa inn til jólar.
Kaffi fyri árið
Hanus sigur, at sølustevnan hevur eisini týdning í aðrar mátar fyri handilin, tí á stevnuni eru serstøk tilboð, eitt nú uppá kaffi.
- Vit plaga at gera avtalu um alla ársnýtsluna av kaffi og við tað, at hetta eftir
okkara mátistokki er stórkeyp, fáa vit vøruna bíligari og kunnu harvið selja hana útaftur fyri ein rímiligan prís.
Hanus sigur, at í slíkum føri verður eisini avtala gjørd um leveringina, og hon
fellir soleiðis, sum vit nú einaferð rokna við, at sølan fellir.
- Hetta plagar at passa rímiliga væl, kanska er ein plattur hvørjumegin við, tá ið árið er umliðið, sigur hann og vísir á, at tað serliga er kaffi, sum soleiðis verður bílagt fyri alt árið á sølustevnuni.
Gott tiltak
Hanus heldur, at hugskotið við ein stórari sølustevnu undir einum taki er gott, tí her finnur tú tær vørur, tær nýtist til heystið og jólini.
- Jú, vørumessan er bæði vælkomin og kærkomin, sigur hann.
Hann minnist eisini aftur á tíðina, tá ið heilsølur hvør í sínum lagi plagdu at
bjóða sínar vørur fram, eitt nú á hotellum.
- Hendan stevnan er so mikið fjølbroytt, at sum lítil handil nýtist tær ikki at fara av landinum til aðrar stevnur ? uttan so, at tú vilt hava fatur á onkrum serstøkum, sigur Hanus.
Spurdur, um hann heldur, at teir stóru handlarnir hava líka stóran áhuga í stevnuni sum teir smáu og miðalstóru, sigur Hanus, at tað heldur hann ikki.
- Umboð fyri teir stóru handlarnar plaga at hyggja inn á gólvið, tá ið stevnan er, men eg haldi ikki, teir keypa nakað serligt. Teir vilja ikki vera líka sum teir smáu, og tað er kanska bara gott, tí tað er jú keðiligt at síggja somu vørur allastaðni.
Hanus Lómstein heldur eisini, at tveir dagar er nóg mikið til sølustevnuna, tí sum hann tekur til:
- Vit plaga at gera alt okkara innkeyp tann eina dagin av tveimum, sigur hann.