Síðani annan jóladag hava sjónvarpsstøðir og bløð havt nógvar myndir, sum skuldu lýsa flóðalduna í Suðurasia, men nú vísir tað seg, at í fleiri førum var talan um gamlar myndir.
Eitt nú hava fleiri sjónvarpsstøðir og bløð havt myndir, sum eru tiknar har eysturi í Kina í september í 2002, tá áin Qiantangjiang floymdi upp um áarbakkarnar. Hetta hendir á hvørjum ári, og ferðafólk í stórum tali streyma til Kina at hyggja at fyribrigdinum.
Í september í 2002 vóru myndirnar serliga ógvusligar. Tað komst av, at gloprarregn hevði elvt til brádligt áarføri. Á fleiri av myndunum síggjast ferðafólk renna sum fyri lívinum, tá vatnið fer upp um áarbakkarnar - júst sum annan jóladag, tá flóðaldan skolaði inn yvir strendurnar við Indiska havið, skrivar Aftenposten, sum var eitt av bløðunum, ið nýtti tær gomlu myndirnar.