Ávísur áhugi er fyri gomlu Norrønu

- Skipið er ikki selt enn, men ein søla kann koma uppá pláss, nær tað skal vera, sigur Óli Hammer, stjóri í Smyril Line

Gamla Norrøna

Gamla Norrøna liggur framvegis í Esbjerg. Hon er ikki seld enn, men Óli Hammer sigur, at tað framvegis er ein ávísur áhugi fyri at keypa skipið.
Hann sigur, at tað er meiri enn tann eini keyparin, sum vísir skipinum áhuga.
Spurdur, nær hann vantar, at ein søla fer at fara fram, sigur Óli.
- Vit hava eftirhondini hildið okkum hava selt skipið meira enn ta einu ferðina, men enn er eingin peningur komin.
Hann dugir ikki at siga, nær ein endalig søla fer fram, men vísir á, at tað kann verða nær sum helst.
- Í morgin, sum ein annan dag, sigur hann.
Óli sigur, at teir, sum hava ætlað sær at keypt skipið, men eru lopnir frá, hava havt ryggin frían.
- Teir hava sloppið sær burtur úr aftur avtaluni, sum vit mettu var komin uppá pláss, sigur Óli Hammer.
Stjórin í Smyrl Line vil ikki siga, hvussu nógv felagið stílar eftir at fáa fyri skipið.
- Orsøkin til, at gamla Norrøna ikki er seld enn, er, at vit vilja ikki lata skipið fyri lítið og lætt, sigur Óli Hammer.