BBC veit í dag at siga, at Chelsea hevur keypt 18 ára gamla stórtalentið, Romelu Lukaku frá belgiska stórfelagnum Anderlecht.
Tað váttar belgiska felagið á heimasíðu sínu.
Romelu Lukaku er eitt av størstu talentunum í heiminum, og hann er eisini avgjørdur Chelsea-fjeppari. Lukaku er bert 18 ára gamal.
Keypið hendir samstundis, sum ein annar Chelsea-leikari fer úr felagnum. Talan er um russiska Yuri Zhirkov, sum fer til stórsatsandi Anzhi Makhachkala.
BBC metir, at Romelu Lukaku hevur kostað Chelsea 20 milliónir pund.
Chelsea hevur í hesum keypsvindeyganum eisini keypt 19 ára gamla Oriol Romeu frá Barcelona.