Eins og fleiri aðrar kommunur, kunnu tey í Nes kommunu eisini fegnast um, at skattainntøkan fyri farna ár er størri enn í undanfarna ári.
- Fyribilsskattaavrokningin fyri desember í 2014 er á 3.209.303 krónur ímóti 2.924.475 krónum í 2013. Talan er soleiðis um 284.828 krónur fleiri - ella ein vøkstur í prosentum á 9,74.
Sambært Taks var fyribilsskattainntøkan hjá Nes kommunu fyri 2014 34.533.633 krónur ímóti 33.193.162 krónum í 2013.
- Hetta svarar til eina meirinntøku í 2014 á 1.340.471 krónur, svarandi til 4,04 prosent.
Nes kommuna veit at siga, at í mun til løgdu fíggjarætlanina fyri 2014 er fyribilsinntøkan fyri 2014 tilsamans 5,93 prosent hægri enn mett.
Skattaprosentið í Nes kommunu í er 20,5, og tað hevur verið óbroytt síðani 2006.