Nýggja mentanarhúsið í Klaksvík er um at verða liðugt, og verður skipað fyri einum almennum tiltak í komandi viku.
”Vælkomin í Varpið” byrjar kl. 17.00 – 19.30, við ta stóru trappuna oman til forhøllina, har snórurin eisini verður kliptur, røður hildnar, og ein drekkamunnur verður at fáa.
Eftir hetta verður ”opið hús”, har øll kunnu ganga runt og forvitnast í Varpinum.
At enda verður farið inn í stóra salin, til eina ”ljóðroynd”, har ymiskar framførslur verða, so til ber at royna húsið og annars vísa tað fram.
Vinarliga
Stýrið fyri Grunnin, Mentanarhús i Klaksvík