Vænta eisini vitjan norðan eftir á mentanarnáttini

- Á mentanarnáttini fer ymiskt at henda í hvørjum horni í miðbýnum, siga tey í Tvøroyrar kommunu.

Skráin fyri mentanarnáttina á Tvøroyri, sum verður fríggjadagin hin 27. mai, er nú tøk, talgild.

 

- Nógv verður gjørt burtur úr degnum, siga tey í Tvøroyrar kommunu.

 

Á skránni eru alskyns tiltøk, eitt nú tónleikur, framløgur, framsýningar, list, matur, barnatiltøk og mangt annað.

 

Í næstu viku verður skráin eisini borin út til øll húsarhald í Suðuroynni, og hon kemur eisini at liggja frammi á almennum støðum í oynni.

 

Mentanarnáttin hevur ment seg fyri hvørt ár seinastu mongu árini og er nú vorðin ein dagur, ið ikki einans savnar suðuroyingar.

 

- Her kemur eisini vitjan úr øðrum oyggjum í Føroyum.

 

Í Tvøroyrar kommunu siga tey, at á mentanarnáttini fer ymiskt at henda í hvørjum horni í miðbýnum, sum tey taka til.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin á mentanarnátt á Tvøroyri, verður lagt aftrat.

 

Skráin fyri mentanarnáttina á Tvøroyri kann lesast digitalt um heimasíðuna - www.tvk.fo