Summarfestivalurin, sum plagar at vera hetta vikuskiftið og sum eisini plagar at savna bátasiglarar, er avlýstur. Nú fáa so siglarar, sum partvís plaga at vera í Klaksvík, tá Summarfestivalurin er - og siglarar sum heild - høvi at hittast til hugna.
Norðoya Bátafelag skapar karmarnar við at útvega bátapláss, el, vatn og bingju til burturkast, og her verður eisini vaktarhald við brúgvar og bátar, so trygdin verður í hásæti.
- Borð og benkur koma at standa á langsíðuni við bátabrúgvarnar, og eftir er bara hjá siglarum at koma við tí góða lagnum, sum eyðkennir øll bátatiltøk, sigur felagið sum skapar karmarnar.
Jóhanna í Ytsthúsi, forkvinna í Norðoya Bátafelag, sigur seg vóna, at nógvir siglarar koma til Klaksvíkar um vikuskiftið. FM1 fer at senda frá tiltakinum, og beinleiðis sendingin byrjar klokkan 14 leygardagin.