Vágaliðini skipað fyri venjaraskeiði

Fótbóltur: Seinasta vikuskifti skipaðu tey trý fótbóltsfeløgini í Vágum fyri venjaraskeiði

Seinasta vikuskifti skipaðu tey trý vágaliðini í fótbólti ? MB, SÍ og SÍF ? fyri byrjunarvenjaraskeiðum hjá FSF. Skeiðið er fyrsti partur í grundútbúgvingini hjá FSF, og er eitt sokallað 12 tíma skeið.

Skeiðið varð hildið í Miðvági fríggjakvøldið og leygardagin við føroysku skeiðleiðarunum Hans Mourits Foldbo og Annfinn Danielsen. Heili 18 luttakararar vóru við á skeiðnum. Venjarar vóru: Bárður S. Joensen, MB, Jógvan D. Frederiksberg, MB, Jack Johansen, MB, Poul Kjartan Thomsen, MB, Hans Bogi Ellefsen, MB, Mariann Nattestad, MB, Maud Hansen, MB, Irdi Lið Johansen, MB, Ingi S. Joensen, MB, Eiler Haraldsen, MB, Ragnar A. Thomassen, MB, Eyfinn Fjallsbak, MB, Jón Johansen, MB, Jákup Joensen, SÍF, Oddmar Gudmundsen, SÍF, Anja Johansen, SÍF, Jens Petur Selfoss, SÍ, Kristian Mikkelsen, SÍ.