Vágamenn eru framvegis undir strikuni

Eftir javnleik á Svangaskarði hevur 07 Vestur framvegis møguleika at sleppa undan niðurflytingini

Tað endaði 1-1, tá ið illa sperda 07 Vestur í dag var á Svangaskarði. Úrslitið ber við sær, at 07 Vestur framvegis er undir strikuni. 07 Vestur er á níggjunda plássi og hevur 14 stig og málmunin -20. FC Suðuroy er á áttanda plássi við 15 stigum og málmuninum -44.

 

Í síðsta umfari, sum verður leygardagin, fer FC Suðuroy í Gundadal at spæla ímóti B36, og tá fær 07 Vestur vitjan av EB/Streymi.

 

Á Svangaskarði legði miðvallarin Sebastian Lau Nielsen beinanvegin heimaliðið á odda. Uppleggið átti Djóni Samuelsen, sum aftur í dag var millum teir fyrstu ellivu og framrættaður í vinstru. Hetta var sætta málið hjá Sebastian Lau Nielsen í ár.

 

B68 leiðslan helt, inntil tað restaðu 20 minuttir. Tá var tað Mikkel Hyllegaard, sum javnaði fyri 07 Vestur. Hetta var fimta málið hjá framrættaða danska spælaranum í ár.

 

At B68 vann eitt stig í dag ber við sær, at liðið nú er á sætta plássi. B68 og EB/Streymur hava 25 stig, men málmunurin hjá B68 er -26 og hjá EB/Streymi er málmunurin -28.

 

Leygardagin fer B68 í síðsta umfari at spæla á útivølli ímóti TB, sum í dag flutti niður í næstbestu deildina.

 

 

 

B68 – 07 Vestur 1-1 (1-0)

 

1-0: Sebastian Lau Nielsen

 

1-1: Mikkel Hyllegaaard

 

Dómari: Høgni Madsen

 

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksander Ó. Jensen, Aron Reinert Hansen, Marius Nón – Emanuel Kulego, Patrick Mensah, Sebastian Lau Nielsen, Jákup N. Vilhelmsen, Djóni Samuelsen – Jóhan Josephsen

 

07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Jón í Horni Nielsen, Nicolai Møller Dohn, Filip Drinic, Jóannis á Steig – Brage Kvithyld, Mikkel Hyllegaard, Edvin Jakobsen, Rasmus Helgason, Julian Mouritsen – Casper Gedsted Hansen