Ætlanirnar hjá Vágbingum at keypa húsið, sum gólvuppboðssølan er í, eru nú komnar undir land.
Talan er um húsið, sum fyrsta flakavirkið í bygdini, Suðurfisk, var í.
Fiskavirking eigur húsið, men vágbingar og Fiskavirking eru blivin samd um ein keypsprís og fíggingin er fingin til vega.
Vágbingar fáa húsið fyri 500.000 krónur.
Vágbingar hava leingi verið úti eftir húsinum, men tað hevur miseydnast hvørja ferð.
Men nú Fiskavirking, og vágbingar eru samdir um prís, er eitt felag stovnað, sum skal eiga húsið.
Tað eru øll tey stóru feløgini í Vági, sum hava sett pengar í húsið. Talan er um arbeiðsmannafelagið og arbeiðskvinnufelagið, handverkarafelagið og meistarafelagið, útróðrarfelagið, umframt stuðulsgrunnurin til vinnulig endamál í syðru helvt í Suðuroy.
Ein av nevndarlimunum, Bjarni Vestergaard, dylir ikki fyri, at endamálið við keypinum er at tryggja uppboðssøluna so væl sum gjørligt.
Men eisini í aðrar mátar er stórur áhugi fyri at fáa fatur á húsinum, tí tað stendur væl fyri mitt á keiiini, og kann brúkast til ymisk endamál.
Húsið er einar 400 fermetrar í tveimum hæddum, umframt at ein bygningur er afturat
Tá ið uppboðssølan var uppá tal, løgdu Vágbingar nógv á seg fyri at fáa eina í Vági og áður hava teir brúkt upp ímóti 500.000 krónur at gera hetta húsið tað klárt til uppboðssølu.
Sostatt stendur húsið vágbingum í einari millión nú teir fáa tað í egnar hendur aftur.
Men helst verður neyðugt einaferð at klæða tað og at gera aðrar ábøtur.
Ætlanin var, at húsið skuldi eita Suðurfisk, men tað bar ikki til.
Tí hóast flakavirkið Suðurfisk fór á heysin fyri einum 20 árum síðani, er búgvið ikki avgreitt enn.
Alstóran týdning
Bjarni Vestergaard sigur, at uppboðssølan hevur alstóran týdning fyri fiskivinnuna í Vági.
Fyri útróðrarbátarnar er ongin ivi um, at hon hevur øgiligan týdning.
Bjarni Vestergaard sigur, at tað er mest útróðrarbátarnir, sum selja um uppboðssøluna, men eisini onkrir størri bátar.
Var uppboðssølan ikki, høvdu vit ikki fingið nær og næmind tann prís, vit fáa nú.
Tey smáu virkini, sum eru í Vági keypa mest ávís fiskasløg, og tí hevði verið trupult at sloppið av við fiskin, var uppboðssølan ikki.
Bjarni Vestergaard sigur, at miðalprísurin rullar um 10 krónurfyri kilo, og so høgur hevur avreiðingarprísurin ongantíð verið fyrr.
Annars eru tað mest virki í Vági, sum keypa á uppboðssøluni.
Men tað fer eisini nógvur fiskur av bygdini.