Seinastu tíðina hava fleiri nýggir spælarar roynt seg á Argjum. Danski Martin Nielsen hevur vant við hópinum, og tað hava Allan Mørkøre og Høgni M. Joensen eisini gjørt. Tað er longu greitt, at Allan Mørkøre verður nýggjur maður í felagnum, tá flytingarvindeygað letur uppaftur, og tað verður Høgni mest sannlíkt eisini. Martin Nielsen er farin aftur til Danmarkar, men enn er ikki greitt, hvørt talan verður um sáttmála ella ikki.
Hartil var eisini Vagnur Mohr Mortensen partur av venjingini hjá felagnum hóskvøldið. Vagnur, sum altíð hevur spælt í HB, beit seg mest sum fastan í landsliðsverjuna í fjør heyst, tá hann spældi samfullar 90 minuttir í dystunum móti Litava og Fraklandi. Men í ár hevur hann millum lítið og einki gjørt við fótbóltin. Nú er so spurningurin, hvørt hann er maðurin, sum argjamenn vilja styrkja verjupartin av miðvøllinum við. Eyðun Dalsgarð, formaður í AB, vil enn einki siga, hvørt hetta verður veruleiki ella ikki. Men tað er lítil ivi um, at er Vagnur í venjing, so vil hann vera ein styrkur hjá einum og hvørjum liði í bestu føroysku deildini.