Vakmyndatól hjálptu løgregluni at finna brotsmenn

- Higartil halda vit, at tað í øllum førum vóru fimm persónar, sum brutu inn á Námsvísindadeildina, sigur løgreglan.

Í gjár visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga frá einum innbroti og herverki á einum lestrarstovni í høvuðsstaðnum.

 

Tá fingu vit ikki at vita, hvør stovnurin var, men hetta upplýsti vaktleiðarin so í morgun.

 

Tað er Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum, sum hevur havt innbrot og herverk.

 

- Men, her hava vakmyndatól verið okkum til hjálpar.

 

Løgreglan visti í morgun at siga, at talan er í øllum førum um fimm persónar, sum vóru saman um hetta.

 

- Ymiskt er brotið, men tað virkar fyribils ikki, sum um nakað er stolið á deidini, segði vaktleiðarin í morgun.

 

Spurdur, um talan er um herverksfólk, sum løgreglan kennur frá øðrum slíkum hendingum, varð upplýst, at tað er tað ikki.

 

- Hetta er ikki fólk vit kenna frá slíkum atgerðum, legði vaktleiðarin aftrat.