Vaknaði aftur til lívs

Bergens Tidende avdúkar í dag, at løgreglan hevur sett í verk eitt kanningararbeiði, eftir at ein ungur maður úr Stord í Noregi hin 20. januar í ár varð staðfestur deyður, men vaknaði aftur til lívs.

Løgreglan hevði nevniliga bílagt líkskurð av líkinum, tá maðurin vaknaði aftur.

Tað var náttina til hin 20. januar, at ungi maðurin fekk ein ógvusligan hjartatilburð. Sjúkrabilur og lækni hjá kommunalu læknavaktini komu til íbúðina og royndu at viðgera mannin..

Men maðurin var lívleysur, og sambært Bergens Tidende siga fleiri keldur, at ungi maðurin varð staðfestur deyður.

- Vit fingu eina fráboðan um deyðsfall í einri íbúð. Náttúrligur deyði er í útgangsstøðinum ikki nøkur uppgáva hjá løgregluni, men í hesum førinum snúði tað seg um ein lutfalsliga ungan mann. Tí vildu vit hava mannin undir líkskurð.

Løgreglan sigur, at avtala varð, at maðurin skuldi undir líkskurð seinni.

Foreldrini hjá unga manninum komu til íbúðina og vórðu kunnaði um, at sonur teirra var deyður. Men, meðan foreldrini vóru hjástødd, legði starvsfólkið, sum var komið við sjúkrabilinum, til merkis, at maðurin kortini var á lívi.

Ungi maðurin hevði rørslur, sum vístu, at hann eftir øllum at døma ikki var deyður. Tí settu hjálparfólkini í verk lívbjargandi tiltøk, og maðurin varð fluttur á sjúkrahús. Hann liggur nú á sjúkrahúsinum í Stord, og sambært miðlum er støðan hjá honum ókend í løtuni.