Vaks upp uttan bilar í Mykinesi

Fríggjadagin 22. oktober var móttøka hjá bilasøluni DB Bilum í Havn, í sambandi við at verkstaðsleiðarin Óli Niclassen hevur arbeitt í fyritøkuni í 30 ár.

Vinir og kenningar hjá Óla og nógvir av kundunum hjá D. B. Bilum stukku inn á gólvið til hugnaligu móttøkuna fríggjadagin.

Tað var ikki tí, at Óli var uppvaksin við bilum, at hann fór í læru sum bilmekanikari.

Hann er nevniliga uppvaksin í Mykinesi uttan nakran bil. Upprunaliga skuldi hann í læru á maskinverkstaðnum hjá Vilhelm Nielsen, men tað bleiv í staðin á bilverkstaðnum hjá Frits Jensen í Gundadali, har sum Statoilstøðin er í dag.

Har lærdi hann saman við nógvum góðum monnum sum t.d. Derek Brockie, Eivind av Reyni, Trúgva Jacobsen, Høgna Hansen, Finn Bisp, Rógva Hansen, og brøðrunum Suna og Oddmar Rasmussen. Verkførari var Naddoddur Jacobsen. Óli var hjá Frits Jensen til 1973.

Eitt skifti var hann verkførari á bilverkstaðnum hjá Ivan Johansen.

Síðan 1974 hevur Óli arbeitt hjá Derek Brockie.

Derek sigur, at Óli er ein álitismaður og er ein av bestu bilmekanikarunum í landinum. Tað vísir seg at nógvir av góðu gomlu kundunum framvegis koma á verkstaðin, hóast teir í dag koyra við øðrum bilmerkjum.