Í Danmark er tað ein veksandi trupulleiki, at fólk við breki verða útsett fyri hóttanum og herverki, bara tí tey bera brek. Fakfeløgini í Danmark siga, at fólk við breki eru teir nýggju innflytararnir. Ógvusligastu dømini eru, at bilurin hjá eini kvinnu, ið hevur skle-rosu, varð knústur sundur. Ein maður í rullustóli varð álopin í einum handli og ákærdur fyri at nassa frá samfelagnum. Og foreldur at einum spastiskum dreingi fáa at vita á gøtuni, at tað eru slík børn, sum eru orsøkin til vánaligu fíggjarstøðuna í landinum.
Soleiðis er veruleikin í Danmark. Haturs álop og haturs orð móti fólki við breki ? eisini kent sum hate crimes ella hate speech ? er komið til Danmark, sigur formaðurin í Donsku Handicap-feløgunum, Stig Landvad.
Men støðan er ikki soleiðis í Føroyum. Laila Solmunde, forkvinna í MBF sigur við Rás2 í dag, at hon ongantíð hevur upplivað slíkan hatur í Føroyum, men júst tað øvugta.
-Føroyingar vísa virðing fyri øðrum, sigur Laila Solmunde.
Tó heldur hon, at tað kann elva til øsing í samfelagnum, um fjølmiðlar og politikarar í heilum greiða frá, hvat tænastur til tey brekaðu kostar.
- Tað kann skapa hatur, at prísur verður settur á fólk, sigur Laila Solmunde.
Hon heldur, at einasti máti at fyribyrgja, at hatur móti teimum brekaðu kemur til Føroya, er at fjølmiðlar og politikarar siðiliga bera fram, hvat tað kostar at veita tær ymsu tænasturnar til fólk við breki.