Hósdagin legði Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, fram ein vakstrarpakka við átøkum og tilmælum um, hvussu ymsar vinnugreinar kunnu stimbrast.
Talan er um oman fyri 20 átøk innan 16 ymisk øki, sum ætlanin er at seta í verk fyri at bøta um støðuna hjá verandi og nýggjum vinnum og harvið skapa vøkstur og tryggja arbeiðspláss, bæði upp á stutt og upp á longri sikt, sigur Vinnumálaráðið.
Átøkini eru grudnað á eitt tætt samskifti við felagsskapir, virki og fólk úr vinnuni, sum eru biðin um at leggja fram síni uppskot, og eisini at ummæla lidnu ætlanina.
Á síðu 10 í blaðnum í dag umrøða vit tvey av hesum átøkum. Tað fyrra er um støðuna hjá matstovuvinnuni, sum hevur havt sera trongar karmar. Matstovuvinnan er ein nýggj vinna í Føroyum, skilt á tann hátt, at broytingarnar í rúsdrekkalógini í 1992 broyttu fortreytirnar, sum framman undan vóru ein forðing fyri vakstrarmøguleikum í vinnuni.
Tað er helst eitt skilagott átak at taka burtur MVG fyri sølu av mati í hesi vinnuni. Eitt fyrivarni verður tó tikið, tí ES ásetir fimm prosent sum minstamark. Men hesum sleppa vit kanska undan í fyrstu syftu – og greiðari er tað helst, at vit bara hava tveir møguleikar fyri MVG, 25% ella 0%.
Vinnumálaráðið tekur sum givið, at ongar broytingar verða gjørdar í rúsdrekkalógini til tess at bøta um inntøkumøguleikarnar í matstovuvinnuni. Tað er helst ikki rætt at útilokað hendan møguleikan beinanvegin, tí her áttu eisini broytingar at kunna verið gjørdar – uttan at broyta endamálið við rúsdrekkapolitikkinum fyri tað. Men um myndugleikarnir megna at taka burtur MVG’ið, so man hendan vinnan skjótt fara at merkja vøkstur.
Vit kunnu so bert vóna, at vakstrarpakkanum verður lív lagað – so hann ikki endar sum ein hvørvisjón eins og Visjón 2015…