Vakt­ar­skifti á Konga­brúnni

Leyg­ardagin tók Regin Ham­m­er við sum stjóri á Trygg­ing­a­­r­fel­ag­num Før­oy­ar, og Gunnar í Liða legði frá sær eft­ir at hava røkt stjór­a­starv­ið í góð 10 ár.

Tað var fyri tveimum mán­að­um síðani, at Gunnar í Liða boð­aði frá, at hann fer úr starvi sum stjóri á Trygg­ing­ar­fel­ag­num Føroyar av per­són­lig­um orsøkum. Hann hev­ur starvast hjá Trygg­ing­ini í fleiri enn 15 ár, har­av stívliga 10 ár sum stjóri.


Regin Hammer er 37 ára gamal og hevur Master út­búgv­ing í búskapi frá Un­i­ver­s­i­ty of Dundee. Hann hev­ur ver­ið stjóri í egn­ari ráð­gev­in­g­ar­fyr­i­tøku síð­ani 2006 og m.a. ver­ið um­boðs­mað­ur fyri DONG Energy A/S sein­astu árini.


Sam­stundis sum stjór­a­skifti fer fram í Trygg­ing­ar­fel­ag­num Føroyum er fel­ag­ið í samráðingum við Fin­an­s­iel Stabilitet um keyp av Eik Banka. Al­ment er tað enn bara Trygg­ingar­fel­ag­ið Før­oyar - gjøgnum móð­ur­felagið TF Holding - sum hev­ur víst á­huga í at keypa bankan, sum fór av knór­a­num 30. september.


Sølutilgongdin hevur ikki ging­ið so lætt, sum Fin­ans­i­el Stabilitet ætlaði, og enn er óvist, um handilin verð­ur veruleiki - hann er bliv­in bæði jólatrøll og nýggj­árs­trøll.


Tað verður so helst upp­gáv­an hjá nýggja stjór­a­num at finna fram til, um hand­il­in verður egg ella ungi.