Vaktarfólk til smoltstøðina á Fútakletti

Vaktarfólk til smoltstøðina á Fútakletti

 

 

 

 

 

 

 

Hevur tú hug á einum spennandi og fjølbroyttum starvi við samanhangandi frítíð? Hiddenfjord søkir eftir vaktarfólkum til smoltstøðina á Fútakletti.

 

 

 

Vaktarskipanin er ein rotasjónskipan við 5 fólkum, har tú skiftir millum dag-, kvøld- og náttarvakt. Fyri hvørjar 5 vikur hevur tú 19 arbeiðsdagar og 16 frídagar.

 

Hvør vakt er uml. 9 tímar.

 

 

 

Tú verður ein týðandi partur av smoltframleiðsluni á Fútakletti við hesum arbeiðsuppgávum:

 

  • umsita alarmskipanina
  • hava eftirlit við og viðlíkahald av tekniskari útgerð
  • fylgja við fóðurskipanum
  • tryggja at trygdarskipanirnar altíð eru tøkar
  • fylgja við og optimera orkunýtsluna
  • gera neyðug átøk, um okkurt gongur fyri
  • annað fyrifallandi arbeiði

 

 

 

Vit hugsa, at tú ert maskinmeistari, handverkari, alari ella okkurt annað - kanska tú siglir og hevur hug at koma heim at arbeiða.

 

 

 

Tað er krav, at tú:

 

  • hevur gott yvirlit
  • ert álítandi
  • hevur telduførleikar 
  • hevur tekniskar førleikar og dugir at brúka hendurnar
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
  • hugsar klárt undir trýsti
  • kanst vera einsamallur/møll
  • hevur koyrikort til bil (trukkkoyrikort fært tú við starvsetan)
  • hevur hug og dirvi at seta teg inn í nýtt

 

Hjá Hiddenfjord leggja vit doyðin á, at starvsfólkini kenna seg trygg og vird.

 

Vit bjóða:

 

  • Góð og skipað arbeiðsviðurskifti
  • Nútíðar amboð og útgerð
  • Eitt fjølbroytt arbeiðspláss við nógvum ymiskum starvsbólkum
  • Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við nógvari nýhugsan

 

 

 

Løn og setanarviðurskifti

Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu.

 

 

 

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Petur Skeel Dahl, rakstrarleiðara, á telefon 210135 ella við at senda tpost til [email protected].

 

 

 

Freistin at søkja er 23.02.2026 (samrøður verða so hvørt).

 

Skrivlig umsókn við CV og viðkomandi skjølum verða send til starv(at)hiddenfjord.com.

 

 

 

Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingardeild og søludeild. Á smoltstøðini arbeiða 45 fólk.

 

Hiddenfjord leggur stóran dent á at ala í samljóði við náttúruna.