Nógv folk vórðu savnað til løtuna, heer m.a. umboð fyri almennar myndugleikar. Fleiri góð orð vórðu søgd, eitt nú helt Hans Pauli Strøm, landsstýrismaðurin, sum varar av eldrarøktini røðu. Hann nýtti høvið til at siga teimum báðum eina hjartans tøkk.
Metu fyri at taka hesa stóru ábyrgdarfullu uppgávuna uppá seg at verða leiðari á Lágargarði, og Marjuni fyri at hava røkt hesa uppgávu sum eina trúgva og samvitskufulla tænastu øll hesi árini. Og hann helt fram:
-Tey fáu árini eg havi sitið sum landsstýrismaður á hesum økjunum, havi eg lært, at Marjun hevur røkt sítt starv við einum brennandi engagementi og eini sterkari empati við evnum at liva seg inn í, skilja og hava djúpa kenslu fyri tørvinum hjá sínum medmenniskjum, í hesum førum bæði starvsfólkum, teim gomlu, sum hava havt tørv á hennara tænastu og ikki minst teim avvarandi.
Marjun hevur eisini alment hevjað røddina, tá tað hevur staðið á. Og sjálvur havi eg eisini merkt snertin, tá Marjun hevur kent seg noyddan at sveiggja koyrilin.
Nú er tað so at samstundis sum Marjun hevur røkt hesa tænastu í 20 ár, so er tað eisini 20 ára jubileum hjá Lágargarði, og tí fara míni orð eisini at snúgva seg um Lágargarð. Men tað man eisini vera tí at øll hesi 20 árini hava Marjun og Lágargarður verið so tvinnað saman, at tað illa ber til at skilja tykkum at.
Ljós fyri stavn
Man kundi spurt, hvat er so hent í tínari tíð frá myndugleikanna síðu? Ógviliga lítið kunnu vit vera skjót at siga. Men tó, hesi allar seinastu árini er tó endiliga gongd komin á fyri at gera nakað við hesa stóru neyðuna sum er serliga her í Suðurstreymi fyri røktarheims- og eldrabúplássum yvirhøvur. So ljós er fyri stavn, men tað verður so tín eftirfylgjari Meta, sum fær gleðina av tí í sínum komandi arbeiði.
Skoða vit aftureftir, so hevur gongdin á røktarheimsøkinum verið í nøkrum tørnum. Tað byrjaði við Ellisheiminum í Havn í 1935. So kom Røktardeildin á Landssjúkarahúsinum 24 ár seinni, í 1959. So hendi onki aftur í 13 ár, fyrr enn vit fingu nøkur stór røktarheim í 70´unum og 80´unum, Á Sýnini, sum tað nú eitur, vesturi í Vágum, Røktarheimini sum vóru bygd í tilknýti til Suðriar og Klaksvíkar Sjúkrahús, og tá var tað eisini at vit fingu tey bæði stóru røktarheimini, Lágargarður í 84 og Esturoyar Ellis og røktarheim í 1986.
Og so hendi onki aftur fyrr enn røktarheimið kom á Sandi í 1998.
So var aftur støðgur í, heilt til tey nýggju heimini, serliga sambýlini, komu frá 2004 og higartil.
Av øllum røktarheimunum var Lágargarður uttan samanbering tað mest slóðbrótandi og nýskapandi – bæði arkitektoniskt og viðv. fysiskum umstøðum og við øllum teim nógvu nýggju funktiónunum, sum eisini vendu sær til gomul fólk uttanfyri heimið. Lágargarður hevur verið flagsskipið á røktarheimsøkinum, heilt upp til okkara dagar.
Og tá tosi eg eisini um tað góða dagliga innihaldið í heiminum, sum starvsfólkini við Marjuni á odda hava staðið fyri.
Nú havi tit báðar sagt frá tykkara hugsanum á hesum økinum í drúgvum samrøðum við bløðini. Og báðar nevna tit hetta sum størsta trupulleikan av øllum, at noyðast at siga nei tá tørvurin og neyðin troðkar á, tí mangulin uppá pláss er so ovurstórur. Nú er so ljós fyri stavn hesum viðvíkjandi. Ein stór útbygging er farin fram hesi síðsti árini, har vit hava tikið 133 nýggj pláss í nýtslu síðani 2004. Men bert 26 av hesum eru komin í suðurstreymi, við Vallalíð og Tjarnargarði. Nú eru so aftur nógvar nýggjar verkætlanir ígongd, og her er tað gleðiliga, at hesaferð fer tann størri parturin at koma her í Suðurstreymi, sum neyðin er størst. Fyrst kemur útbyggingin av Tjarnagarði við 24 plássum í heyst og samstundis 9 sambýlispláss í Mattalág. Eftir hetta verður farið ígongd við næstu verkætlanina sum er undir Boðaneshamri, við 24 røktarheimsplássum og 24 vardum íbúðum. Úti um landi koma so aðrar verkætlanir, sum verða framdar tey næstu 2 árini, í Vági, í Vestmanna, í Vágum, á Viðareiði og úti í Svínoy. Tá eru vit komin ogviliga langt við at dekka tann stóra tørvin sum er á eldraøkinum.
Avbjóðingar fyri framman
Hetta er kjarnutrupulleikin vit hava í dag. Men umframt at loysa hesu fremstu uppgávuna, sum er at bróta ta ondu ringrásina, ið stendst av ov fáum eldrabúplássum, sum skapar so stórar trupulleikar hjá einstaklingum og familjum, og hjá allari hjá heimatænastuni, so eru nógvar aðrar stórar avbjóðingar fyri framman. Tað er ov nógv at koma inn uppá í hesum samanhangi í dag, men tær snúgva seg allar um at lyfta ta innihaldsligu dygdina í allari eldrarøktini. At vit nú skjótt fara at koma burtur úr neyðini við manglandi búplássum, fer tað eisini at frígeva orku, til tey dagligu tilboðini í eldrarøktini, og til eina starvsfólkaliga uppgradering av øllum viðurskiftum á røktarfakøkinum. Ikki minst fyri at kunna rekruttera tey nógvu starvsfólkini, sum vit fara at fáa brúk fyri aftrat hesi komandi árini.
Til síðst, aftur til tykkum báðar. Marjun, Lágargarður er bygdur upp í tínari tíð, takk fyri tín veldiga innsats. Tað eru nógv, eldri, avvarandi og onnur, harímillum eg sum landsstýrismaður á økinum, sum eru takksom fyri tey nógvu ár av tínum lívi, tú hevur halgað til at røkja hesa tænastu. Og eg vóni at nú tú gevst her, fer at fáa nógv góð ár til at tað, sum tú kann hugsa tær, men sum tú aldrin fekk stundir til meðan tú stóð fyri ábyrgdini við Lágargarði. Eg ynski tær bestu eydnu við tí.
Eisini vil eg ynskja Metu tillukku við hesum nýggja starvinum – Meta hevur góðar royndir á økinum, og eg ivist ikki í at tú eisini fer at verða ein góðu leiðari her á Lágargarði. Eg ynski tær allarbestu eydnu við tí segði landsstýrismaðurin.