Tá skipanin við valdømunum kom í gildi fyri valið, óttaðust nógv, at fleiri valdømi fóru at vera við sviðusoð. Hesin dapri spádómur helt tó ikki í fyrsta umfari. Tey gomlu valdømini hava fingið nøkulunda tað umboðan, sum svarar til fólkatalið.
Suðurstreymoyar valdømi var í gomlu valskipanini undirumboðað í mun til fólkatalið. Økið hevði átta umdømisvaldar tinglimir umframt teir eykavaldu, sum fullu økinum í lut. Suðurstreymoy fekk trettan tinglimir, sum er ein markant øking. Hetta svarar til 39 prosent av tinglimunum, og 38 prosent av veljarunum búgva í Suðurstreymoy.
Eysturoyar valdømi fekk seks tingmenn, sum svarar til 18 prosent av tinglimunum, meðan 22 prosent av veljarunum búgva í økinum.
Norðoyggjar hava nú fimm tinglimir búgvandi í økinum, og tað er fimtan prosent av tí samlaða tinginum, og tólv prosent av veljarunum búgva í Norðoyggjum.
Norðstreymoyar valdømi, sum umboða átta prosent av veljarunum, fekk tveir tinglimir, sum tað eisini hevði áðrenn broytingina, og hetta er seks prosent av tinglimunum.
Vágarnar fingu tveir tinglimir, sum er seks prosent av tinglimunum, og 6,3 prosent av veljarunum búgva vesturi í Vágunum.
Sandoyar valdømi fekk bert ein tinglim, sum er trý prosent av tinglimunum, oyggin umboðar trý prosent av veljarunum.
Suðuroyggin eigur nú fýra tinglimir, sum er tað sama sum áðrenn. Í Suðuroy búgva 11 prosent av veljarunum, og oyggin hevur 12 prosent av tinglimunum.
Henda útrokning vísir, at valdømini hava fingið nøkulunda ta umboðan, sum tey hava rætt til sambært fólkatalinum.
Havast skal tó í huga, at tær broytingar, sum fleiri samfelagsfrøðingar og eygleiðarar ávaraðu um, kann gerast ein langtíðaravleiðing, sum ikki sæst á tí fyrsta løgtingsvalinum undir tí nýggju skipanini.