Valfelag í Norðoyggjum: Mugu taka støðu til Anniku fyrst

– Eg kundi hugsað mær landsstýrisfólk, sum heltu meira til stevnuskránna hjá Fólkaflokkinum. Og gert tú tað, so ert tú sosial liberalur.

Tað sigur formaðurin í Norðoya Fólkafloksfelag, Símun Gullaksen. Hann heldur, at verða landsstýrisfólk sett, sum ikki eru sosial liberal, so fara tey bara at flyta fokus frá stevnuskrá floksins.

– Nógv fólkafloksfólk siga, »jamen vit eru konservativ í Fólkaflokkinum«. 

– Nei, tað eru vit slett ikki. Vit eru ein sosialliberalur flokkur. Um tú ikki ert tað, so ert tú í skeivum flokki, sigur Símun Gullaksen.

– Og greiðir tú so frá, at hvat sosialliberalt merkir, so kemur tú eisini inn á etikk, og so mugu vit meta um hvørji mál eru etisk mál.

– Í so máta eri eg samdur við Anniku Olsen, men tað er kortini ikki í ordan at bróta eitt samgonguskjal, sigur Símun Gullaksen, sum ger greitt, at ein avtala altíð skal vera ein avtala.

Hann heldur eisini, at um vit hyggja eftir politiska lívinum hjá Anniku Olsen, hevur hon ikki verið so álitisvekjandi:

– Hon byrjar sum landsstýriskvinna í innlendismálum og klárar tað rímuliga væl. So heldur hon fram í Almannaráðnum, fær 1.000 atkvøður og bjóðar Jørgen Niclasen av sum formanni. 

So verður kríggj, hon stingur Fólkaflokkin í ryggin og hoppar úr Fólkaflokkinum og fer upp í Framsókn. Tey bjóða henni forkvinnusessin í fíggjarnevndini. Hon takkar fyri og stingur tey so í ryggin dagin eftir og fer úr Framsókn. Fer yvir aftur í Fólkaflokkin, situr har eitt sindur kúrr, fer so í býráðið í Havn, ger eina avtalu við Heðin Mortensen og stingur hann í ryggin morgunin eftir, og so kemur hon inn aftur í Fólkaflokkin og stingur samgonguna í ryggin við at gera hatta.

– Nei, eg havi einki til yvirs fyri slíkum fólkum. Hví ikki lova onkrum øðrum framat, sum tú kanst stóla uppá, fyri tað um einki er galið við meiningum hjá henni, sigur formaðurin í Norðoya Fólkafloksfelag.

Símun Gullaksen er spentur uppá, hvat nú fer at henda. Tí líka mikið, hvat tey gera, so verður tað ein trupulleiki.

– Tí var tað, at vit søgdu beinanvegin, at slík álitisbrot skulu takast rættiliga í álvara, og tað skal viðgerast hareftir. Men vit søgdu eisini tað, at vit ikki hildu tað vera skilagott at umrokera landsstýrismanningina – og tey vistu, hvat Heðin Zachariasen fór at gera, tí er tað óskiljandi, at tey bæði kortini løgdu landsstýrissessirnar frá sær, sigur Símun Gullaksen.

Formaðurin í Norðoya Fólkafloksfelag vísir á tað, sum Javnaðarflokkurin gjørdi við avgjørdu støðuni at koyra tingmenn úr flokkinum, sum ikki gjørdu, sum flokurin vildi.

– Tað vísir, at tú hevur eina greiða leiðslu. Og tá tú hevur eina greiða leiðslu, so sleppur tú undan at hava víðgongd fólk, sum ikki fylgja flokslinjuni, sigur hann.

Símun Gullaksen nevnir aftur sosialliberalismuna, sum merkir, at tú altíð mást broyta teg. 

– Tað merkir, at tú ikki bara skalt sita og siga nei alla tíðina, tí tú mást broyta teg. Ikki bara sita og stara teg fastan í tí gamla. Tá hjúnabandslógin kom í 2017, so merkir tað nakað – sum eitt nú hetta við málinum um sammøður. Men tað er ikki í ordan, at Annika Olsen roynir at gerast martýrur burtur úr hesum, tí hetta er í veruleikanum er talan um eitt ógvuliga simpult problem, sum bara skal orðnast. Hetta er bara ein avgreiðsluspurningur, sum einki hevur upp á seg at loysa – tey burdu bara loyst avbjóðingarnar hjá pápunum samstundis, sigur Símun Gullaksen, sum vísir á, at hetta hevur verið ein uppgerð í Fólkaflokkinum, sum bara hevur staðið og boblað, men sum nú eskalerar.

– Vit hava sagt, at vit eru tað størsta valfelagið. Vit hava trý løgtingsfólk, og tí hevði tað verið upplagt, at vit fingu eitt landsstýrisfólk, og um tað verður ein av teimum fólkavaldu, so ein uttanfyristandandi. 

Hann heldur, at tað rætta var, at tingbólkurin vendi sær til lokalfelagið, so tey í felag kundu funnið fram til rætta persónin.

Men uppgerðin við Anniku skal takast undir øllum umstøðum, heldur hann.

– Og tað burdi verið gjørt, áðrenn nýggj landsstýrisfólk verða sett. Tí vit mugu vita, um hon er í ella uttan fyri samgonguna – og harvið um vit so yvirhøvur hava nakra samgongu, sigur Símun Gullaksen, sum ikki veit, hvussu leikur fer í Fólkaflokkinum at finna nýggj landsstýrisfólk.