Valravn, Bloodgroup og íslendski bólkurin Fjallabræður eru teir tríggir bólkarnir, ið G! festivalurin í dag hevur avdúkað. Bóklurin Valravn hava røtur og arv við sær, men kenna seg ikki noydd at halda alt, sum tað var í fyrndini. Tey ganga eftir nýggjum gøtum og taka tað við, tey kunnu brúka. Antin tað er eitt elektroniskt ljóð, ein fólkavísa, ella ein reyður veitslukjóli.
Musikalskir vallarar. Viðførið er millum annað ein bratsj, jødaharpur og
ásláttur av ymsum slag. Og harkaliðið er úr Føroyum, Danmark, Sveis og
Ecuador. Í felag hava tey áhugan fyri norðurlendska tónleikaarvinum. Løg
sum ?Svend í Rosengaard? og ?Krummi? eru góð dømi um, hvussu Valravn
dugir at handfara arvastykkini fimliga og elegant, uttan at tveita
upprunaliga virðið burtur.
Anna Katrin Egilstrøð, kvinnan á odda í Valravn, hevur gjørt Ólavur Riddararós
við teimum tvinnu, ómjúku kostunum til sín Ólav. Og hevur kanska enntá gjørt hann eitt sindur minni dapran. Í huglagslandinum hjá Onnu Katrin
og Valravn verður sjálvt Ólavur Riddararós eitt sindur lættur upp á sporið. Tvísporið.
Í 2007 góvu tey fløguna ?Valravn? út, og gongst eftir vild, kemur ein nýggj fløga í ár. Higartil hevur tónleikaferðin ført tey til Niðurlond, Belgia, Frankaríki, Týskland, Sveis, Pólland, Finnland, Svøríki, Noreg, Ísland og Føroya. Sum tey vitja enn einaferð summarið 2009, tá tey fara at framføra á G!
VALRAVN eru:
Anna Katrin Egilstrøð, Føroyar
Martin Seeberg, Danmark
Søren Hammerlund, Danmark
Juan Pino, Schweiz/Ecuador
Christopher Juul, Danmark