Van Gaal ætlar fleiri spælarakeyp

Enskir miðlar skriva um fleiri spælarakeyp Manchester United fer at gera í næstum

Tað nærkast til flytingarvindeygað í Premier League letur upp, og ensku miðlarnir royna at finna og spinna søgur burturúr hesum.

 

Enska blaðið "Telegraph" skrivar, at tað er ógvuliga sannlíkt, at høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal ætlar at keypa framherjan hjá Newcastle United, Ayoze Perez. Telegraph skrivar, at væntandi leggur Manchester United boð inn uppá Ayoze Perez longu í januar mánað.

 

Louis van Gaal dyrgir eisini eftir einum vongspælara. Sambært enska blaðnum "Daily Mail" eru Felipe Anderson hjá italska felagnum, Lazio, Sadio Mane hjá Southampton, Riyad Mahrez  hjá Leicester City, og Anwar El Ghazi hjá Ajax Amsterdam teir, sum Louis van Gaal hevur í sjóneykuni. Spælararnir síggjast á myndini omanfyri. 

 

Tað er eitt sindur aftur og fram við Cristiano Ronaldo. Fótbóltsumboðsmaðurin Jorge Mendes staðfestir, at Cristiano Ronaldo elskar Manchester United, men tað er meiri sannlíkt, sambært honum, at Cristiano Ronaldo verður verðandi í Real Madrid. Ronaldo sjálvur var ikki avvísandi, at hann kanska fór at venda aftur til Premier League, tá enskir miðlar prátaðu við hann í samband við heimsfrumframsýningina av filminum "Ronaldo the movie" í London í gjárakvøldið.