CTD
Rógvi Nybo
Fyrst í hesum mánaðinum søkti Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum, fíggjarnevndina í Løgtinginum um eykajáttan til CTD-kanningar.
Søkt varð um 900.000 krónur, sum Landssjúkrahúsið kemur at hava í meirútreiðslum í ár, orsakað av økta kanningararbeiðinum.
Um orsøkina til at landsstýrismaðurin søkti um eykajáttanina áðrenn eykajáttanarlógin kom fyri Tingið, skrivaði landsstýrismaðurin soleiðis:
»Orsøkin til, at hetta mál hevur skund og verður framlagt nú er, at tað ikki kann verða bíðað
longur við at fáa eina skipaða tilgongd at kanna fólk fyri CTD sjúkuna. Stórt trýst er á
kommunulæknaskipanina og Landssjúkrahúsið í løtuni, tí nógv fólk bera ótta fyri sjúkuni og
vilja hava eina kanning. Tað ber ikki til innan fyri verandi fíggjarkarmar at seta ta meiri
skipaðu tilgongdina í verk. Her verður eisini hugsað um, at hægri útreiðslur verða av ætlaðu
tilgongdini í komandi fíggjarárum.«
Vandamikið og átaluvert
Tann 24. september svaraði fíggjarnevndin landsstýrismanninum, at eykajáttanarskjalið varð víst aftur.
»Fíggjarnevndin hevur á fundi 22. september 2009 gjørt av ikki at viðgera fíggjarnevndarskjalið. Nevndin metir ikki, at fíggjarnevndarskjalið lýkur ásetingina um, at málið hevur bráðskund. Umbønin um eykajáttan verður viðgjørd sum partur av eykajáttanarløgtingslógini fyri september 2009.«
Hetta svarið hevur eftir øllum at døma fingið sinnið í kók hjá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni og fyrrverandi landsstýrismanni í Heilsumálum.
Hann hevur nú reist landsstýrismanninum í Heilsumálum fyrispurning, har hann spyr um hann kann greiða tinginum frá, hví Fíggjarnevndin hevur avgjørt at vísa fíggjarnevndarskjalinum um játtan til CTD-kanningar frá sær.
Upprunaliga var fyrispurningurin stílaður til Anfinn Kallsberg, formann í fíggjarnevndini, men av tí at málið er avgreitt, slapp hann ikki at reisa fyrispurningin.
Hann vil hava vita grundgevingarnar fyri, at fíggjarnevndin valdi at vísa skjalinum frá sær, og vísir í viðmerkingunum til fyrispurningini á, at »Soleingi serstøk fígging ikki er til endamálið, verður útreiðslan hildin av Landssjúkrahúsinum, við teirri avleiðing, at annað neyðugt sjúkrahúsvirksemi, bæði á kirurgiska, medisinska og psykiatriska deplinum, verður skert fyri at geva fíggjarliga rúmd fyri CTD-kanningunum. «
Somuleiðis vísir hann á, at bæði frá heilsupolitiska myndugleikanum og frá heilsufakligu serfrøðini verður mælt til beinanvegin at fara undir at fremja ta ætlanina, sum landsstýrismaðurin hevur greitt frá í fíggjarnevndarskjalinum.
At enda fýlist hann harðliga á viðferðina, skjalið hevur fingið, og sigur, at »Einhvør seinking av málinum er vandamikil. Tí er tað bæði undrunarvert og átaluvert, hvussu umbønin um játtan við fíggjarnevndarskjalinum er viðfarin í Fíggjarnevndini.«
Óneyðugt rumbul um álvarsmál
Formaðurin í fíggjarnevndini heldur hinvegin ikki, at Fíggjarnevndin hevur borið seg skeivt at, og metir, at Hans Pauli Strøm roynir at skapa óneyðugt rumbul við einum við hansara egnu orðum »alt ov álvarsligum máli«.
Áðrenn landsstýrismaðurin hevði fingið svar upp á umbønina upp á eykajáttan, hevði hann sett eina kunngerð í verk, sum setti hol á arbeiðið, og er tað henda avgerðin, sum er orsøkin til at skjalið ikki lýkur treytirnar.
- Tá landsstýrismaðurin í Heilsumálum setti skipanina í verk við kunngerðini, er tann akutti tørvurin vekk, og tí fáa vit ikki viðgjørt eykajáttanarumbønina, greiðir Anfinn Kallsberg frá.
Hann vísir eisini á, at Fíggjarnevndin hevur havt allar avvarðandi myndugleikar til fund, og at víst varð á, at skipanin, sum varð sett í verk, fungerar sum hon skal og skapar størri tryggleika til øll tey, sum eru ávirkað av hesum.
- Tí er eingin orsøk til at grugga hetta málið meira enn neyðugt, tí hetta er eitt somikið álvarsligt mál. Fíggjarnevndin hevur eina minnilutaverju, og vit hanga øgiliga fast í teimum mannagongdum, ið eru at fylgja í einum slíkum máli. Ístaðin fyri kemur eykajáttanarumbønin við í eykajáttanarlógina fyri september mánað, og sostatt koma pengarnir hóast hetta skjalið varð afturvíst, vísir Anfinn Kallsberg á.
- Hetta málið er alt ov álvarsligt til at byrja at brúka sum politiska kastibløku, staðfestir Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini.