Unga Tjóðveldið heldur ikki, at útsagnirnar hjá Jóhan Eli Lyngvej Poulsen eru nakað, sum sømir seg fyri ein skrivara hjá einum ungmannafelag. Hetta hóast Jóhan Eli sjálvur leggur dent á, at tað er sum privatpersónur, at hann hevur gjørt viðmerkingarnar, sum eru at síggja aðrastaðni á hesum síðum.
- Um tú velur at nýta títt persónliga talufrælsi á slíkan hátt, at tú niður- og fremmandagerð ein heilan trúarbólk, næstan eitt heilt fólkaslag, so mást vera greiður yvir, at hetta kann fáa avleiðingar fyri teg. Vit kunnu ikki øll tíggja okkum sum okkum lystir, og nýta okkara persónliga frælsi sum umbering, tá ið vit traðka onnur á tærnar, skrivar Tór Marni Weihe, limur í Unga Tjóðveldið, millum annað í skrivi sent miðlunum.
- Slíkar útsøgnir gerast tíverri alsamt meiri og meiri vanligar og góðtiknar í kjakinum um tilflytarar, immigratiónspolitikk og islam í vesturheiminum. Men Huxa eigur sum politiskt ungmannafelag, ið er grundað á fólkaræðisligu grundsúlurnar, at taka frástøðu frá slíkum segregerandi hugsunarhátti, ið fær hvassorðaða apartheid-retorikkin í Suðurafrika at renna einum til hugs. Og felagið eigur sjálvsagt eisini at tala at útsagnunum hjá Jóhan Eli og gera greitt, at tílíkur hugsunarháttur ikki sømir seg í einum demokratiskum, tollyntum og frælsum samfelag, sum okkara nú einaferð er, skrivar Unga Tjóðveldið eisini, áðrenn tey gera greitt:
- Vit mugu øll í felag sláa manngarð um demokratisku virðini í samfelagnum, tí at sum vit ferð eftir ferð fáa staðfest, so eru tey, tíverri, ongin sjálvfylgja.
Mynd: Tór Marni Weihe
- Slíkar útsøgnir gerast tíverri alsamt meiri og meiri vanligar og góðtiknar í kjakinum, sigur Tór Marni Weihe