Vandamiklar gassfløskur afturkallaðar

Viking Gas í Danmark afturkallar nú reyðar gassfløskur við grønum toppi.

- Orsaka av trygdartrupulleikum við nøkrum gassfløskum (sí mynd) afturkallar Viking Gas allar gassfløskur av hesum slag.

Soleiðis ljóðar fráboðanin, sum Viking Gas eitt nú hevur á heimasíðuni www.campingdanmark.dk

- Tað eru gassfløskur av hesum slag, sum kunnu elva til trygdartrupulleikar. Set teg beinanvegin í samband við Viking Gas, um tú liggur inni við einari ella fleiri fløskum av hesum slag.

Lagt verður aftrat, at nevndu gassfløskur kunnu - orsaka av einum framleiðslufeili - gerast purøsar og ótættar.

- Tað er eitt gott hugskot at hava gassfløskuna standandi úti, til avtala er gjørd við Viking Gas um at taka hana aftur, sigur gassveitarin í síni fráboðan.