Vandamiklar Nokia-telefonir eisini í Føroyum

Nokia er nú í ferð við at taka heili 46 milliónir battaríir við breki aftur. – Ivaleyst finnast nøkur battarí eisini í Føroyum, metir Rógvi Róin, sølu- og marknaðarleiðari hjá Kalli

Í gjár kunngjørdi Nokia, at brek er funnið á fleiri Nokia-battaríum av slagnum BL-5C, sum vandi er fyri kunnu gerast ov heit. Sambært framleiðaranum eru 100 tilburðir staðfestir. Tó eru eingir av tilburðunum álvarsamir. Kortini hevur Nokia bundið um heilan fingur og avgjørt at taka øll 46 milliónir battaríini, sum vórðu framleidd í 2005 og 2006, aftur og bjóðar ístaðin viðskiftafólkinum at endurveita battaríini ókeypis.

Hvørki Kall ella Føroya Tele fingið fráboðan frá fólki, ið eiga BL-5C-battaríið, ið er tað mest nýtta av sínum slagi.


Finnast eisini í Føroyum

- Battaríini eru sera útbreidd, og ivaleyst finnast nøkur eisini í Føroyum, sigur Rógvi Róin, sølu- og marknaðarleiðari hjá Kalli.

Hildibjartur Hansen, innkeypsleiðari hjá Føroya Tele er samdur.

- Battaríini hava verið nógv seld. Men eg vænti ikki, at trupulleikin er so stórur, sum fleiri vilja gera tað til, sigur hann.

Hildibjartur Hansen sigur seg nevniliga ikki kenna til nakra fráboðan um fartelefonir, ið eru vorðnar ov heitar.

Til tess at finna útav, um battaríið á Noka fartelefonini skal skiftast út, ber til at trýsta á slóðina www.nokia.com/batteryreplacement/en/. Tá nummarið á battarínum er upplýst, boðar heimasíðan frá, um neyðugt er at skifta battaríið ella ikki. Um so er, at tað skal skiftast, biður Nokia um persónligu upplýsingar hjá viðskiftafólkinum og sendir eitt nýtt battarí.