Fiskivinna
Vandin fyri at skipini hjá Strandferðsluni fara at verða løgd av verkfalli, ávirkar nú eisini fiskivinnuna í Suðuroy.
Fiskavirking á Tvøroyri keypir ikki fisk aftur, fyrrenn tað er avgreitt, at siglingin kemur at halda fram ótarnað.
Í dag fara Skipara- og navigatørfelagið á fund, saman við semingsmonnunum, at samráðast um nýggjan sáttmálan.
Talan er um sáttmála um yvirmenninar við Strandferðsluni og fiskirannsóknarskipinum, Magnusi Heinasyni.
Eydnast tað ikki at finna semju, verða skipini hjá Strandferðsluni, løgd, saman við Magnusi Heinasyni.
Meinhard Jacobsen, stjóri á Fiskavirking, sigur, at so leingi hóttanin um at skipini hjá Strandferðsluni verða løgd, verður fiskur ikki keyptur til flakavirkið á Tvøroyri.
? Vit kunnu ikki keypa fisk at arbeiða, tá ið vandi er fyri, at vit ikki sleppa av aftur við hann, sigur stjórin í Fiskavirking.
Hann sigur, at soleiðis sum Suðuroyggin liggur fyri, slepst ikki undan, at flakavirkini koma at liggja lamin, tá ið vandi er fyri at skipini hjá Strandferðsluni verða løgd.
Hann sigur, at arbeiðssteðgirnir og støðugu hóttarnar um arbeiðssteðgir, eru avgjørt steinur omaná byrðu hjá fiskivinnuni í Suðuroy, einsvæl og aðrastaðni í landinum.
? Tað er ivaleysa tungt frammanundan, so afturvendandi ósemjunum á arbeiðsmarknaðinum, hava vit avgjørt ikki brúk fyri, sigur hann.
Í hesum sambandi kann vísast á, at Smyril er bundin at fýra fakfeløgum. Manningin er limur í Skipara og navigatørfelagnum, Maskinmeistarafelagum og Starvsmannafelagnum. Teir, sum taka ímóti endanum og loysa á Drelnesi eru limir í Føroya Arbeiðarafelag og teir, sum taka ímóti endanum og loysa í Havn, eru limir í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Hvørja ferð okkurt av hesum fimm fakfeløgunum er uppi í eini ósemju á arbeiðsmarknaðinum, er Smyril hóttur við verkfalli.
Soleiðis eru tað ikki tríggjar vikur síðani, at vandi seinast var fyri, at hann varð lagdur, ta ferðina var tað maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið, sum samráddust.