Fyri jól varð staðfest, at fuglakrím var komið til Føroyar. Fuglakrím varð nevniliga funnið í skúgvi í Føroyum. Talan er um sama slag av fuglakrími, sum hevur gingið í Evropa og sum eisini varð staðfest í skúgvi í Hetlandi síðsta summar.
Tá heitti Heilsufrøðiliga Starvsstovna á fólk, sum sóu deyðan fugl, um at siga frá og har tey hava mett, at tað er rætt at kanna fuglin, er hann kannaður. Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tilsamans eru 58 fuglar kannaðir fyri fuglakrím og ein av teimum var positivur. Talan er um ein svartbak, sum varð funnin deyður á sandinum í Sørvági tann 21. Januar.
– Tað er sostatt framvegis ein ávísur vandi fyri, at villur fuglur kann smitta við fuglakrím, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Tí heita tey framvegis á fólk um at ansa so væl sum tað ber til, eftir at heimafuglur ikki kemur í samband við villan fugl. Serliga eiga fólk at ansa væl eftir nú tað várar og flytifuglurin kemur aftur hendavegin.
Hóast hetta slagið av fuglakrími smittar illa, er sera lítil vandi fyri, at tað smittar fólk, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Heilsufrøðiliga starvsstovan minnir tó fólk á altíð at vaska sær um hendurnar eftir at tey hava verið í samband við fugl, og fólk skulu ikki nerta við sjúkan ella deyðan fugl.
Tað er ymisk, hvussu ymisk fuglasløg tola at fáa sjúkuna. Til dømis plaga dunnur og gæs at tola tað nokk so væl, men hønur tola tað illa og tær flestu doyggja av tí.