Tað hevur verið óvanliga heitt í Brasil teir seinastu dagarnar, og fólk í túsundatali hava leitað sær oman til sjógvin, millum annað til ta kendu strondina Copa Capana í Rio de Janeiro.
2. jóladag komu hitamátararnir í Rio upp á 43,2 stig, og hetta er mesti hiti, sum nakrantíð er skrásettur í býnum, síðani mátingarnar byrjaðu har í 1915.
Tann nógvi hitin hjørdi, at luftskipanin í altjóða Tom Jobin-floghavnini fekk trupulleikar, og eitt skifti lá ein partur av býnum í streymloysi.
Brasil er beint við og beint sunnan fyri Ekvator, so har er rættiliga heitt alt árið, men tann mesti hitin er ofta í desember. Meðal samdøgurshitin í Rio de Janeiro er 24,1 stig. Til sammetingar kann nevnast, at meðal samdøgurshitin í Danmark er 7,7 stig.