Vanlukkutrygging til skúla? og ansingarbørn

Tryggingarfelagið Føroyar hevur gjørt sáttmála við flestu kommunur í landinum um vanlukkutrygging av skúlabørnum upp til 10. Flokk og børnum í ansing. Men fyri at binfa um heilan fingur, kunnu foreldur eisin ivanlukkutryggja síni børn ?fyri hálvan prís restina av árinum

Avtalan, sum tryggingarfelagið hevur gjørt við landsins kommunur, fevnir um allar vannlukku- ella skaðatilburðir, sum henda í skúla ella á ansingarstovni. Eisini um óhapp skuldi hent á útferðum, sum skipað verður fyri. Tá talan er um børn í skúlaaldri, fevnir tryggingin eisini um ferðing ella flutning beinleiðis til og úr skúlanum.
Tryggingarfelagið vísir á, at tað kann vera so skjótt, at ein tonn ella einar brillur brotna, ella at aðrir smávegis skaðar koma fyri, sum kunnu merkja eyka útreiðslur til foreldrini. Men vanlukkutryggingin tekur broddin av hesum, so trygd fæst fyri, at endurgjald verður latið, tá skaðin skal viðgerast. Eisini, um tað ikki er fyrr enn nógv seinni.

Gott tilboð júst nú
Men avtalan er ikki galdandi fyri ta tíðina, ið barnið ikki er í skúla ella á ansingarplássi. Tí metir tryggingarfelagið Føroyar, at tað er sera týdningarmikið fyri foreldur at tekna eina slíka trygging. Tey vísa á, at foreldur ofta hava nógvar tryggingar av ymsum slagi, men at tey ofta gloyma at tryggja síni børn.
Tølini siga, at umleið 1400 børn hava í dag eina vanlukkutrygging. Av teimum eru 900 í skúlaaldri.
Av teimum 725 børnunum, sum byrja í 1. flokki, eru bert eini 50-60, sum eru tryggjað. Hetta svarar til minni enn 10%.
Men restina av árinum, ætlar Tryggingarfelagið at geva foreldrunum eitt gott tilboð. Nú verður nevniliga møguligt at tekna privata vanlukkutrygging, íroknað barnavanlukkutrygging, har fyrsta ársgjaldið er fyri hálvan prís.
Tryggingarfelagið mælir tí øllum til at tryggja børn síni væl, so tey altíð kunnu vera »trygg á leiðini«, hvar tey so eru og hvat tey so gera, alt samdøgrið.