TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við fýramálsskjúttan hjá StÍF, Kjartan Johansen, sum leikti sín fyrsta dyst fyri StÍF í ár, tá StÍF vann bólkafinaluna í bólki 2 í Faxe Kondi steypakappingina ímóti VÍF í Vestmanna við 28-27 (12-11).
Kjartan Johansen undirstrikar, at tað er gott at verða við aftur, og tað er altíð gott at vinna á VÍF. Hann heldur, at viðleikararnir, Allan Norðberg, Pætur Johansen og Sveinur Justinussen raktu dagin, og marginalarnir peikaðu fyri StÍF ímóti dystarenda. Hann heldur, at VÍF-arnir vóru heldur einstáttaðir í kvøld, har alt fór ígjøgnum Filip Jotic og Julian Olsen.
Nú bíðar Neistin í tveimum hálvfinalum, og hesaferð ætla Kjartan Johansen og liðfelagarnir, at tað ikki skal kiksa at koma í steypafinaluna. Nakað, sum hevur kiksað tey seinnu árini hjá sigursvanda steypaliðnum, StÍF.