Ætlanirnar hjá Loganair at flúgva úr Aberdeen til Føroya í summar vera av ongum. Sum skilst er ein av orsøkunum, at tað var ov torført at veita ferðafólkunum gistingarpláss á hotellum í Føroyum í summar.
Flybe, sum skuldi røkja leiðina fyri Loganair, váttar fyri Kringvarpinum, at flogfelagið ikki fer at flúgva til Føroya í summar.
Ætlanin var, at ein beinleiðis ruta skuldi vera millum Aberdeen og Vágar frá mai til septembur, men hetta verður nú av ongum. Flybe hevði annars fingið øll neyðug loyvi til flúgvingina.
Jákup Sverri Kass váttar eisini fyri Kringvarpinum, at Flybe ikki flýgur til Føroya í ár.