»Var eg danskur forsætisráðharri, hevði eg spent meg út fyri at varðveitt Føroyar og Grønland í danska ríkinum«

Føroyar og Grønland eru 98 prosent av danska ríkinum. Og Grønland er tað mest umráðandi landið í arktiska økinum, so Danmark hevur alkyns orsøkir at røkja ríkisfelagsskapin, heldur Kuupik Kleist, landsstýrisformaður. Sjálvstýri er vegurin at fara. Um Grønland fær fullveldi, ella samstarvið fer at líkjast Commonwealth við felags kongshúsi, er ikki nakað, sum Kuupik Kleist hugsar stórvegis um. »Tað týdningarmesta er, at fólkini her hava ræðið á egnum landi«, slær hann fast í viðtalu við blaðstjóran á Politiken, Bo Lidegaard

Tað stendur nógv upp á spæl í Grønlandi í hesum døgum. Sjálvstýrið frá 2009 hevur givið nýggjar formligar karmar. Samstundis økist altjóða áhugin fyri stóru oynni í tí arktiska. Veðurlagsbroytingarnar seta aðrar treytir fyri framburðin á Norðkollinum, og Grønland hevur saman við ríkisfelagsskapinum virknan lut í stóra strategiska spælinum. Tað snýr seg um markseting av Íshavinum kring Norðpólin. Tað snýr seg um farleiðina til Asia umvegis landnyrðingsleiðina. Og tað snýr seg ikki minst um nýtsluna av olju og málmi í grønlendsku undirgrundini.

Spurningurin er, hvussu grønlendska samfelagið fer at handfara hesar avbjóðingarnar. Hvat hevur tað at týða fyri íbúgvarnar og fyri ríkisfelagsskapin. Hvar fer framburðurin. Politiken hitti í juni formannin fyri Naalakkersuisut, tað grønlendska landsstýrið, Kuupik V. Kleist fyri at umrøða framtíðarútlini fyri ríkisfelagsskapin. 54 ára gamli stjórnarleiðarin er útbúgvin sosionomur og hevur verið virkin í politikki tað mesta av sínum vaksna lívi. Í 00-unum umboðaði hann sín flokk, Inuit Ataqatigiit, í Fólkatinginum, og hann var sjónligur í lítla andstøðuflokkinum á vinstravonginum sum ein av forsprákarunum fyri grønlendskum sjálvstýri. Síðan 2009, tá sosialdemokratiski miðflokkurin Siumut misti valdið, hevur Kleist staðið á odda fyri einari samgongu, sum eisini telur lítla borgarliga og liberala flokkin, Demokratarnir. Nú situr hann og skimast út yvir fjørðin og roynir at savna seg um stóra høpið.

Kuupik Kleist, tá tú hyggur út yvir fjørðin og hugsar um framtíðina sum pensjónistur, hvussu ímyndar tú tær Ríkisfelagsskapin tá? Er tað eitt sjálvstøðugt Grønland? Ella er tað eitt Grønland, sum er bundið at Danmark og ríkisfelagsskapinum?

»Tað er lutvíst lætt at hava eina uppbyggjandi dreymamynd av ríkisfelagsskapinum í framtíðini. Um tað eitur ein ríkisfelagsskapur ella nakað annað, hevur ongan týdning. Eg kundi hugsað mær, at Grønland stendur á egnum beinum bæði búskaparliga og politiskt, men at vit samstarva við Danmark um felags áhugamál, sum gagnar báðum pørtum. Eg skal ikki tosa vegna Føroyar, men eg kann ímynda, at føroyingar hugsa tað sama.«

»Eg havi ofta sagt, at var eg danskur forsætisráðharri, hevði eg spent meg út fyri at varðveitt Føroyar og Grønland í danska ríkinum. Tað vil siga, at eg hevði ikki viljað, at hetta samstarvið við norðuratlantisku ognina datt niðurfyri. Tað hevði verið altýðandi, var eg danskur forsætisráðharri.«

Hvørjum hevði tú virkað fyri?

»Eg hevði gjørt mest sum alt fyri framhaldandi at verið í felagsskapi við Føroyar og Grønland. Tað snýr seg heilt ítøkiliga um 98 prosent av økinum í danska kongaríkinum. Tað sigur seg sjálvt, at tað er vert at hugsa um. Tað fevnir um mest sum alt Norðuratlantshavið, umframt at Grønland er tað mest umráðandi landið í arkiska økinum, bæði nú og í framtíðini.«

Hvat skal gerast fyri, at ríkisfelagsskapurin, tú tosar um, kann varðveitast?

»Vit hava nú tætt samband við umheimin, men vit kunnu ikki venda okkum beinleiðis til stjórnarleiðarar, tí vit eru ikki eitt ríki. Tað er Danmark, sum tosar við aðrar stjórnarleiðarar um tað arkiska og grønlendsk viðurskifti annars. Tað er beinleiðis býtt at útihýsa okkum frá slíkum orðaskifti. Eg hevði tikið føroyskar og grønlendskar topppolitikarar við í kjakið, og latið teir átt so virknan lut sum tilber, og samstundis boygt millumtjóðasáttmálarnar somikið, at tað hevði komið fram, hvør hevur hvønn leiklut í hesum. Eg havi atgongd til stjórnarleiðarar og hámettar politikkarar í øllum heiminum, tá eg eri einsamallur. Hurðarnar standa opnar. Grønland er eitt altjóða orð í dag.«

Menna okkum alsamt
Tú brúkar ikki stjórnarrættarlig orð, tá tú sigur, at Grønland skal standa á egnum beinum. Er tað eitt sjálvstøðugt Grønland, vit tosa um, ella er tað eitt Grønland, sum er partur av ríkisfelagsskapinum?

»Tað er eitt sjálvstøðugt Grønland í sera tøttum samstarvi við Danmark.«

Hvat er tað fyri skap, tú ímyndar tær? Er Grønland sjálvstøðugur limur í ST, og hava tit suverenan altjóðarætt? Ella er tað eitt ríkjasamband?

»Eg eri ikki heilt álvuligur við ríkjasamband. Men eg haldi heilt víst, at vit skulu verða sjálvstøðugur limur í ST. Í tíðini, eg havi verið við, hevur eitt skriðulop verið í ríkisskipanarhugsanini og í altjóða felagsskapum. Millum annað ST. Har verður arbeitt við fólkum, sum ikki eru eitt ríki. Felagsskapirnir flyta seg stútt og støðugt móti eini upploysing av klassisku fatanini av einum ríki. Tað vil siga, at møguleikarnir standa opnir.«

Kann tú lýsa tað meira gjølla?

»Vit kunnu ímynda okkum eitt slag av samveldi. Hugtakið Commonwealt er kanska orðið fyri tað. Men eg vil ikki vera ov fýrakantaður við hesi ríkisfatanini. Lutvíst, tí heimurin stendur opin. Lutvíst, tí tá tú tekur avgerðina, skal tú finna besta skapið fyri allar partar. Hvør sigur, at vit skulu flyta okkum innan fyri tað skapið, vit hava í dag? Vit menna okkum alsamt.«

»Vit skulu heldur ikki taka møguleikan frá komandi ættarliðum at taka avgerðir um henda felagsskapin. Eg eri av somu orsøk nakað ullintur, tá tað verður prátað um hetta. Tað er eingin ivi um, at vit arbeiða fyri størri sjálvstýri. Einaferð verður tað eitt sjálvstøðugt Grønland. Tað vil siga, at vit eru eitt fullveldi við fullari ábyrgd av okkara uttanríkispolitikki. Vit hava kanska felags verjupolitikk í onkari samgongu við Føroyar og Danmark.«

»Vit uppliva tvær altjóða rørslur nú. Tann eina virkar fyri, at økini verða sjálvstøðug ríki, ella at bólkar loysa frá ríkjum, teir hava verið bundnir at. Hin rørlsan er tað øvugta. Eitt dømi er ES, sum vil hava størri samanbræðing av ríkjum. Hesar rørslurnar virka samstundis. Afturat hesum verða samstarvsøkini fleiri, tí heimurin verður meira globaliseraður. Tað týdningarmesta er, at vit kunnu samstarva um felags áhugamál.«

Hesar rørslurnar vilja hvør sítt. Hvat dámar tær best?

»Sum tjóð flytir Grønland seg ímóti at vera eitt ríki. Tað kann vera, at tað verður ein republik, ella eitt Commonwealt við felags kongshúsi. Tað ger mær ikki so nógv, hvat tað verður. Tað, sum hevur størstan týdning er, at okkara íbúgvar hava fullan suverenitet yvir egnum landi.«

Millum ES og USA
Hvussu við ES, sum spælir stóran leiklut fyri fullveldið Danmark – og sjálvandi eisini fyri tykkara viðkomandi. Hvussu ímyndar tú tær, at Grønland - við sínum verandi sambandi við Danmark – verður partur av ES á nøkrum økjum?

»Vit eru partvís longu partur av ES; saman við limaskapinum hjá danska ríkinum. ES er ein frálíkur felagsskapur fyri evropeisku londini. Tað havi eg altíð sagt. Tað er ein góður felagsskapur fyri evropearar, men kanska ikki fyri hini. Vit eru jú ikki evropearar, hvørki landafrøðiliga ella mentanarliga. ES er okkara mest umráðandi samstarvsfelagi í altjóða høpi, bæði búskaparliga og politiskt.«

Hevur ES størri týdning fyri tykkum enn USA?

»Ja.«

Hví? Eru pengarnir orsøkin?

»Ja. Vit hava nógv tættari samvinnu, samhandil og politiskt samstarv við ES.«

Er tað gott?

»Tað er eingin ivi um, at vit vilja fegin økja okkara samhandil við bæði Kanada og USA. Tað hevur verið natúrligt.«

Ymisk snið
Tú segði, at okkum tørvar ikki at velja eitt skap fyri ríkisfelagsskapin, sum vit kenna frammanundan. Tað sniðið, vit hava í ríkisfelagsskapinum nú, er eitt eindømi. Tað hevur ment seg gjøgnum fleiri ár. Hava vit ikki lært seinastu 50 árini, at Grundlógin er eitt smidligt amboð? Ein lóg, sum rúmar nógvar loysnir, um vit semjast um tær. Um tú skal taka hetta sum grundarlag, hvørji øki ímyndar tú tær skulu verða felags í ríkisfelagsskapinum?

»Tað kundi verið verjupolitikkurin, tildømis, sum skal fara fram á einum yvirskipaðum støði. Nato er eitt dømi. Verjupolitikkurin er eisini vorðið eitt sera víðfevnt hugtak, sum snýr seg um meira enn kanónir og kúlur. Tað skal umsitast á meira yvirskipaðum støði enn innanhýsis í einum ríki. Umhvørvismál sigur seg sjálvt. Tað er pínadoyð neyðugt við breiðum samstarvi á umhvørvisøkinum.«

Men tað er væl meira eitt altjóða mál, enn eitt mál fyri ríkisfelagsskapin?

»Tað fevnir eisini um ríkisfelagsskapin. Danmark verður ein størri og størri partur av heiminum. Tað er tað, sum setir dám á myndina.«

Gjaldoyra?

»Eg vil helst ikki renna meg í ta støðuna, at Grønland verður einasta landið í heiminum, sum hevur donsku krónuna. Uttan at gera okkara donsku samgongufelagar firtnar, haldi eg tað vera steinbýtt av Danmark at velja evruna frá.

Grønland hevði í øllum førum treyðugt staðið uttan fyri ein myntfelagsskap við Danmark?

»Tað passar. Men um Danmark fór upp í evrusamstarvið, so hevði tað sjálvsagt eisini fjálgað um hjá okkum.«

Innanfyri málsøkini, tit hava yvirtikið, samráðast tit longu sum sjálvstøðugt land sammett við aðrar millumtjóðaspælarar. Hvussu langt ætla tit tykkum?

»Í grundini allan vegin. Um vit ímynda okkum, at vit fyrr ella seinni eru í einum samveldi, so mugu vit velja, hvørji øki og málsøki eru góð fyri allar partar at standa saman um. Tá tað snýr seg um fyrisiting av livandi ríkidømi, hevði tað neyvan verið skilabest at deilt tað málsræðið við onnur. Allir partar høvdu havt tað best við suvereniteti á tí økinum. Vit kunnu kjakast um alt hitt. Í løtuni eru nakrar heilt ítøkiligar avmarkingar fyri okkara viðkomandi. Hvussu nógv fólk eru til at bera uppgávuna. Men í grundini ætla vit allan vegin.«

Grønland í heiminum
Tænir tað Grønlandi best at samstarva beinleiðis við Kina ella at stíga fram í altjóða høpi í felagsskapi við Danmark? Og hvussu við amerikanarum og við russum?

»Tað tænir okkum best at samstarva beinleiðis. Men vit vilja sera fegin hava danska uttanríkisráðið undir liðini, tí har eru amboð, sum kunnu greina og skriva – nakað, sum okkara lítla uttanríkisdeild ikki kann.«

Tú hugsar ikki, at tað er betur at savna okkara tilfeingi í felagsskapinum, heldur enn at býta okkum í tríggjar bólkar og samráðast við tey stóru hvør sær?

»Tað hevði verið ein stak góður máti. Vit skulu bara hava virðing fyri, at vit eru trý sjálvstøðug fólk. Undirbrotligheit, tann søguliga gongdin millum danska og grønlendska fólki, hevur borið við sær, at grønlendingar eru nú máttleysir og ósjálvstøðugir og ikki førir fyri at standa á egnum beinum búskaparliga. Tað er eingin lættur vegur út úr hesum. Og eg hati, hati og hati, at alt verður krøkt upp á hesar 3,4 milliardir krónurnar, vit fáa í ríkisveiting um árið.«

Tað er sjálvandi hesin ovurstóri fílurin uppi á fjallinum…

»Har er eingin stuttvegur. Vit noyðast ígjøgnum frælsisgerðina. Aftaná kunnu vit siga, at vit vilja fegin vera saman við tykkum. Sama, um vit kunnu sjálv og hava fullveldi. Tú spyr, hvør ynskistøðan er. Tað er ynskistøðan.«

Um tit fara allan vegin og verða sjálvstøðugt land, heldur tú so ikki, at tað verður torført at fara hin vegin aftur?

»Tað haldi eg ikki. Hygg bara at Danmark og ES. Her gevur Danmark eisini suverentitetin frá sær hvønn dag eftir at hava verið sjálvstøðugt ríki. Tað er tað sama. Har er eingin umvegur. Frælsisgerðin er ein neyðug tilgongd.«

Hvussu heldur tú, at Grønland handfer altjóða búskaparliga áhugan á mest skynsaman hátt? Rávørurnar, tildømis. Tær hava tit tættari at tykkum enn hini í ríkisfelagsskapinum. Standa tit sterkast einsamøll, ella vilja tit hava okkum onnur við?

»Vit duga best at røkja okkara egnu áhugamál. Vit hava lært av tí, sum er farið fram kring okkum við fleirtjóða fyritøkunum. Hesi 30 árini, vit hava samstarvað við stóru fyritøkurnar, hava royndirnar einamest verið góðar. Vit hava fremst av øllum samstarvað við donsku stjórnina og við danskar myndugleikar, vit hava samstarvað við norskar stovnar, vit hava samstarvað við kanadiskar stovnar. Hetta er fyri, at vit støðugt eru dagførd og fyri at læra av egnum royndum. Vit brúka altjóða ráðgevaravirkir, vit brúka altjóða sakførarafyritøkur. Soleiðis er heimurin í dag. Vit høvdu verið býttir, um vit hildu, at vit skulu uppfinna djúpa tallerkin av nýggjum.«

Sjálvstýrisrákið
Um vit ímynda okkum, at Grønland við inntøkunum av rávørunum kann siga ríkisveitingina frá sær um 10 ella 15 ár, hvat hevði tað havt at týða fyri tykkum?

»Vit nerta nú við ein spurning, sum býr í øllum fólkum. Vit eru eitt fólk, danskarar eru eitt fólk, týskarar eru eitt fólk, føroyingar eru eitt fólk. Sama, hvør politiska áskoðanin er, vilja fólk altíð vera seg sjálvi og eiga síni egnu hús. Tað er næstan onkur frummegi, sum rekur hesa kensluna. Heilt grundleggjandi ynskja vit at standa á egnum beinum og taka avgerðir, sum viðkoma okkum. Tað vil ikki siga, at vit ikki vilja samstarva. Vit kenna tað so, at vit eru løgd undir nakrar meira ella minni løgnar avmarkingar, sum elva til samanbrestir. Fyri meg er spurningurin um eitt sjálvstýri fullkomiliga universalur. Sama, at um vit eru grønlendarar, eitt fólk í Afrika ella aðrastaðni. Tú sær í øllum heiminum, at tað er ein fastgrógvin tørvur í fólkinum at vera sjálvstøðug. Sama, um tú er ríkur ella fátækur.«

Sært tú stóra áhugan, sum heimsins valdsharrar sýna Grønlandi, Arktis, rávørunum, møguleikanum at sigla landsnyrðingsleiðina sum eina hóttan, ella er tað ein styrki, ein menningarmøguleiki. Hvussu tulkar tú tað, at Grønland er vorðið ein miðdepil?

»Tað er bæði ein hóttan og ein menningarmøguleiki. Henda støðan geva nógvar møguleikar, sum kunnu styrkja okkara støðu millum stórveldini. Áhugin, sum er fyri Arktis og fyri Grønlandi, gevur eina rúgvu av møguleikum. Eg havi atgongd til ráðharraskrivstovur næstan allastaðni. Væl at merkja, um eg komi einsamallur. Tað er eisini eitt sindur stuttligt.«

Samfelagið og rávørurnar
Um tað eydnast at laga seg til stóra áhugan og fáa inntøkur burturúr, hvussu tryggja tit, at tað stimbrar undir eina menning, sum kastar av sær í Grønlandi?

»Tað eitur burðardyggur búskapur í longdini. Vit hava roynt at laga lóggávuna eftir royndunum. Vit hava tikið og stolið og avritað frá teimum, sum hava royndir við slíkum. Á umhvørvisøkinum er tað serliga Noreg, vit eygleiða. Heimurin er nú skrúvaður soleiðis saman, at tað er bæði lov og skilagott at hyggja kring seg, hvussu onnur hava gjørt, hvat hevur riggað og ikki.«

Mangla útbúgvin fólk
Eitt er at gera góðar avtalur, men fer hetta at skapa arbeiðspláss? Kunnu tit samantvinna tað? Kann tað bera við sær eina framgongd upp á tykkara treytir?

»Nú skal eg ikki siga, hvørjar grønlendsku treytirnar eru, tað er rættiliga torført at siga. Tað, sum tað serliga snýr seg um, og sum er sera týdningarmikið fyri at klára hesa framgongdina, eru útbúgvin fólk. Vantandi útbúgvin fólk er ein sonn plága, tað er eitt haft um beinið, ein stórur veikleiki.«

»Tað skal ikki skiljast sum, at grønlendarar ikki eru útbúnir til sína vinnu. Fiskarar og veiðumenn hava borið grønlendska búskapin fram, og tað broytist ikki næstu árini. Teir eru bara útbúnir øðrvísi enn at sita á skúlabeinki.«

»Tað er somuleiðis ein trupulleiki, at vit eru so fá fólk her. Arbeiðsloysið, vit stríðast við nú, verður skjótt avloyst við trot á fólki.«

Ímyndar tú tær eina stóra innflyting av gestaarbeiðarum?

»Tað er tað, vit beistast við í løtuni. Hvussu samskipa vit hetta? Vit vita ikki, um hesar stóru verkætlanirnar verða til nakað. Ella um vit skulu seta ferð á tað við útlendskari arbeiðsmegi. Um tað verður so, skulu gestaarbeiðararnir ikki búgva í býunum. Ikki í Nuuk. Uttan fyri Nuuk og uttan fyri Maniitsoq.«

Hvussu fer tað at merkjast í Nuuk ella Maniitsoq, at tað koma vælløntir gestaarbeiðarar í túsundtali?

»So er vandi fyri einum óskipaðum býi. Ein stórur vági er, at alt verður kronglað saman. Um vit skapa 900 vællønt arbeiðiplass í Maniitsoq fyri útbúna arbeiðsmegi, tøma vit hinar býirnar fyri timburmenn, elektrikarar, verkfrøðingar og arkitektar.«

Ætla tit at skilja gestaarbeiðararnar og grønlendska fólkið sundur?

»Ein spurningur er, hvussu vit gera, tá onkur vil verða búgvandi í Grønlandi ella vil fella inn í grønlendska samfelagið.«

Hvussu stóran lut hava tit í verkætlanum, tildømis jarnnámið í Godthåbsfjørðinum?

»Vit hava just fingið eina umsókn um góðkenning at fáa burturav náminum. Størsti heildarspurningurin er at fáa inntøkur fyri at fáa verkætlanina upp at standa. Tað er galdandi fyri mest sum allar verkætlanirnar í Grønlandi í dag.«

Fer grønlendska heimastýrið at stuðla við pengum?

»Tað er ikki sannlíkt.«

Hava tit áhuga í, hvør ger íløgur, ella er tað óviðkomandi, bara tit gera røttu avtalurnar?

»Vit hava ta støðu, at handilin skal vera fríur. Vit kunnu ikki geva nøkrum serloyvi, bara tí tey hava sín uppruna her. Hvør veit annars, hvar kapitalurin kemur frá, um tað snýr seg um eina fyritøku úr Avstralia ella USA? Tað einasta, vit kunnu siga, er, at um ein fyritøka kemur úr Kina, so er tað kinesiskur kapitalur. Tað krevur eitt detekivarbeiði at fáa greiðu á, hvussu hesar fyritøkurnar verða fíggjaðar. Fyritøkurnar flóta tvørtur um landamørk. Tað er veruleikin í dag.«

»Vit eru við í hesum orðaskiftinum um Kina. Vit skifta orð við ES, sum heldur tað vera eitt umráðandi mál sammett við stratetisku rávørurnar. Vit tosa við USA, sum stríðist við Kina um at vera heimsins búskaparliga stórveldið. Eg var á fundi við nakrar tingmenn í ES og umhvørvisfólk, sum spurdu, um Grønland vil útihýsa kapital og luttøku úr Kina í grevstinum eftir sjáldsomum jørðartum í Grønlandi. Eg svaraði nei. Eg spurdi síðani: Vil ES? Nei, tað var eingin førur fyri. Soleiðis sær heimurin ikki út í dag.«

Kvøldarkuldin er farin at merkjast. Nú er tíð at fara. Komu vit nærri avgerandi spurninginum um framtíðina í ríkisfelagsskapinum? Kanska er boðskapurin hjá landsstýrisformanninum tekin um, at allir møguleikar kunnu troytast. At tað er eingin orsøk at fylgja einari ávísa skipan. At vit standa sjálvi við avgerðini. Tað merkir eisini, at vit standa við ábyrgdini.

»Øll fáast við váðan. Tað hevur ræðið á øllum, tá umheimurin hyggur at Grønlandi og menningini, sum vit eru í holt við: Tit detta í føvningini á stórveldunum. Fleirtjóða fyritøkurnar snýta tykkum, so tað stendur eftir í. Tit oyðileggja umhvørvið, og um tit fáa burturúr oljuni, oyðileggja tit allan heimin, og so víðari. Vit kenna handan sangin, og vit vita tað væl.«

»Vit vilja eisini brúka hesar møguleikarnar, eins og øll onnur, fyri at betra lívskorini, at uppihalda okkum – at vera heimsborgarar. Tú má minnast, at tað eru ikki nógv ár síðani, at Grønland trein inn á henda pallin. Tað er ikki langt síðan, at Grønland var ein hvítur blettur á heimskortinum. Nú eru vit eitt øki, har øll vilja vera.«

Bláa bók
Kuupik Vandersee Kleist

Grønlendskur politikari og landsstýrisformaður. Føddur 31. mars í 1958 á oynni Qeqertarsuaq (da. Disko) í Vesturgrønlandi.

Útbúgvin socionomur við Roskilde Universitet. Kleist hevur millum annað verið fyristøðumaður á journalistútbúgvingini í Nuuk 1988-91 og stjóri fyri uttanríkisskrivstovuna í heimastýrinum frá 1996-99.

Landsstýrismaður fyri almenn arbeiði og ferðslu frá 1991-95, landstingsmaður fyri vinstrasinnaða flokkin Inuit Ataqatigiit (IA) 1995-96 og aftur frá 2002. Fólkatingsmaður fyri IA 2001-07. Limur í grønlendsk-donsku sjálvstýriskommissiónini frá 2004-08

Formaður í IA síðani 2007. IA vann landstingsvalið í 2009, tá flokkurin fekk 43,7 prosent av atkvøðunum, og Kleist gjørdist landsstýrisformaður.

Research: Politikens Bibliotek

Bo Lidegaard

Blaðstjóri á Politiken, føddur 23. januar í 1958 í Nuuk, har pápi hansara var prestur. Hann er søgufrøðingur, dr. phil. Bo Lidegaard hevur verið skrivstovustjóri og sendimaður í Forsætis­mála­ráð­num og varav 26. apríl í 2001 útnevndur til ábyrgd­ar­blaðstjóra á Politiken eftir at Tøger Seidenfaden doyði.
Bo Lidegaard er sonur Mads Lidegaard og Else Lidegaard, sum er journalistur og rithøvundur – hon hevur skrivað nógv um William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen, eitt nú bókina við brævaskifti teirra, sum kom út í fjør. Hann er beiggi Martin Lidegaard, sum er klima- og orkumálaráðharri fyri Radikala Vinstraflokkin í Danmark.
Studentur í 1976 á Gentofte Statsskole. cand.phil í søgu frá Københavns Universitet í 1984. Í 1997 bleiv hann dr. phil upp á ein disputats um Henrik Kauffmann.
Umframt arbeiði sum høvdundur hevur hann eisini starvast í Uttanríkisráðnum.
Bo Lidegaard hevur – við uppvøkstri sínum í Grønlandi – stóran áhuga í Ríkisfelagsskapinum millum Føroyar, Grønland og Danmark, sum hann heldur hevur alt ov lítlan áhuga og fær alt ov lítla umrøðu í Danmark.