Ein 38 ára gamal maður varð í Føroya rætti seinnapartin í dag varðhaldsfongslaður í fýra vikur.
Maðurin var skuldsettur fyri hóttanir móti bæði mammu síni og unnustu síni, umframt harðskap og grovan harðskap, har hann sambært ákæranum hevði roynt at koyrt á mammu sína við einum bili.
Sambært skuldsetingini hevði maðurin roynt at rent á mammuna, men misti tamarhaldið á bilinum, tá mamman leyp undan, soleiðis at bilurin fór út av vegnum, rullaði runt og steðgaði 20 metrar frá vegnum.
Maðurin varð eisini skuldsettur fyri at hava sett eld á húsini hjá mammuni.
Eisini varð maðurin skuldsettur fyri brúkstjóvarí, tí hann átti ikki bilin sjálvur. Eiheldur hevur maðurin koyrikort, og tí varð hann sostatt eisini skuldsettur fyri at koyra uttan koyrikort.
At enda varð maðurin eisini skuldsettur fyri at bera fram hóttanir aftur seinni - hesaferð framman fyri løgregluni - um at brenna húsini niður.
Ákærin vísti á, at møgiliga revsiramman fyri lógarbrotini var oman fyri 1 ár og seks mánaðir og vildi hava mannin varðhaldsfongslaðan í fýra vikur, sum dómarin eisini gekk við til.