Eftir Jóhann Mortensen
-----------------
Fjallið Esja hevði klætt seg í vetrarbúna um náttina og oman í hálvu líðina lá kavin henda klára heystarmorgunin. Kalda útnyrðingslotið lá inn yvir víkina, men nógvir reykingar hövdu kortini hættað sær í sundlaugina - svimjihylin.
Frískligt var at koma úr skiftingarrúminum yvir í heita pottin. Samstundis sum heita jarðarvatnið hitaði limirnar, beindi tað bítandi kalda fleyrið fyri leivdunum frá leygarkvöldinum - lunda í laka, stoktari lundabringu í brennivínssós saman við kraftmiklum reyðvíni, sum matstovan í Lækjarbrekkuni 2 hevði á matarskránni.
Komin úr Laugardali og út um Reykjavík seta vit kós ímóti Mosfellsbær. Ætlanin er at vitja "Gljúfrasteinn - hús skáldsins". Heimið hjá kenda skaldi Íslands, Halldóri Laxness, er í dag skipað sum savn. Opið alt árið - eisini ein sunnumorgun á gáttini inn í veturin.
"Ja, veturin verður bæði langur og strangur”, segði ein lögreglumaður, vit möttu. Sipandi til fíggjarliga jarðskjálvtan um veturnætur.
Íslendingar eru náttúrufólk - útivistarfólk - og á götum, sum snúgva seg í lendinum, síggjast fólk. Summi renna, onnur ganga og onkur sæst á hestbaki.
Halldór - William
Uppi undir Varða stendur eitt lítið hús við einum spískum taki.
Einaferð í vár greiddi Zacharias Heinesen hugtakandi frá skrivismáttuni hjá pápanum, Williami, í Bylgjuni. Ein sending, sum Útvarpið hevði á skránni seinrapartar. Bagge, sum annars ikki er maður við mongum orðum, tók henda dagin lurtaran við sær á eina áhugaverda ferð frá sethúsunum niðan til smáttuna á heygnum.
Vit, sum henda dagin lurtaðu eftir táttinum, Ástaðið, hjá Suna Merkisstein, sóu fyri okkum, hvussu William sleipaði kol niðan í smáttuna, kikaði upp í ovninum og setti seg at skriva í sínum egna heimi. Kanska skrivaði hann á gomlu maskinuni upp á skaldsöguna Den Sorte Gryde, stuttsöguna Grylen ella skrivaði hann um teir glataðu spælimenninar….
William er nógv lisin í Evropa og nógv ferðafólk hava hug at síggja húsið hjá honum, greiddi Bagge frá. Tað skiltist, at alt er framvegis í húsinum. Tað er, sum tað var, tá William og Lisa livdu. Heimið er varðveitt. Eisini stovan, har hann klipti tær hugtakandi klippmyndirnar seinastu árini. Ein dýrgripur hjá Havnini, sum tilnevndi hann til heiðursborgara.
Við Köldukvísl
Vit eru komin á Þingvallarvegin og koyra inn í breiða Mosfellsdalin. Rættiliga oyði. Gullittu heystarlitirnir eru um at taka yvir í líðunum. Til vinstru handar síggja vit Laxness-garðin, sum er kendur fyri sína góðu hestaleigu. Tað hevði verið hugaligt at farið “á bak” í hesum góðveðrinum, men í dag er ein onnur mentan á dagsskrá.
Stutt frá Þingvallarvegnum liggur eyðkenda hvíta húsið. Halldór og konan, Auður, lótu byggja Gljúfrasteinn í fjörutiárunum. Nærhendis skálanum, har Halldór vaks upp. Og skamt frá ánni við tí kaldliga navninum, Kaldakvísl.
"Eru tit feyringar. Hér koma ekki margir feyringar", flennur fryntligi bókmentafröðingurin í móttökuni og er skjót at peika á skaldsöguna Undir egið borð. Tað er föroyska heitið á kendu skaldsöguna, Sjálvstætt Fólk, sum Tóra Tóroddsdottir og Martin Næs, hava föroyskað. Hon liggur millum mongu skaldsögurnar hjá Laxness, sum eru týddar til meiri enn fjöruti tungumál.
Í móttökuni niðanvert sethúsini síggja vit eisini eina krýniku um skaldið og samtíð hansara á einum skýggja. Og samtíð Laxness er öll 20. öld. Föddur í ´02 og deyður í ´98. Brot er úr samröðum við Halldór og frásagnir eru eisini um eitt nú bókútgávur.
Sjálvstætt Fólk telist millum 100 tær bestu skaldsögurnar í heiminum. Tað vísti ein kanning, sum eitt amerikanskt bókmentarit gjördi fyri nökrum árum síðani.
Livandi leiðsögn
Vit leita niðan í sjálvt húsið. Í gongini hongur ein málningur eftir Jóhannesi Kjarval. Ein altartalva, sum bygdafólk á Norðurlandinum ikki skoyttu um. Jóhannes doyparin var ov ljótur, hildu tey. Halldor Laxness ognaði sær málningin í staðin. Einaferð málaði Kjarval yvirskegg á doyparan, men tað dámdi Laxness ikki, so nú sæst bara ein farri av skegginum, greiðir ein savnskvinna frá.
Við einum Appel I-poddi um hálsin fara vit á eina ferð um húsið. Leiðsögnin um Gjúfrasteinn, skáldið og konuna, Auður, er so livandi, at vit síggja tey fyri okkum. Hann skrivar við höga pultin. Steðgar á. Tekur fremstafingur og tummilin upp til hökuna. Lítur út gjögnum gluggan. Fettir sær á. Letur eyguni fylgja Kölduskvísl. Setur aftur blýantin á pappírið. Bókstavir, orð og tankar gerast til setningar. Til stuttsögur og heilar skaldsögur. Auður situr við síðuna av. Við skriviborðið og skrivar handritið á eini gamlari skrivimaskinu....
Í Gljúfrasteinni var lív. Nógv fólk vitja íslendingin, sum fekk virðislön Nobels í fimtiárunum. Halldór spælir á flyglið í stovuni, sum er klædd við viðarplátum. Nógv vindeygu. Tónabrot hoyrast á I-poddinum. Leiðsögnin er áhugaverd og hon kann hoyrast á fleiri málum. Tú kanst seta ferðina upp ella steðga á. Hyggja teg um og halda fram.
Skaldið teknaði eisini og ein tekning frá unglingatíðini er at síggja á kamarinum. Tað liggur við síðuna av skrivistovuni. Ein lítil sólpallur er uttan fyri kamarið. Har plagdi Halldór ofta at standa og hyggja í kring, fáa vit at vita frá savnsvörðin. Áhugan fyri list síggja vit í málningum eftir Jóhannesi Kjarval, Ninu Tryggvadóttir, Svavari Guðnasyni, Örlygi Sigurðssyni og Asger Jorn. Ein málningur, sum ein norskur listarmaður hevur málað, stendur enn reyður, grönur og bláur í minninum. Auður var eisini listarkvinna og vevmyndir hjá henni prýða eisini rúmini. Bökur, tekningar og málningar fjala næstan bróstini.
Henda fagra sunnudagin er friðarligt og eingi vitjandi ferðafólk. Vit fáa tí eina eyka frásögn frá fryntliga bókamentafröðinginum. Hon er ikki einsamöll. Savnið er væl skipað og fær stuðul frá ríkinum. Fimm savnsfólk - serfröðingar av ymsum slagi - eru knýtt at savninum! Hon sigur, at Auður av og á vitjar Gljúfrasteinn. Hyggur seg um. Flytur okkurt tingi og fregnast. Hon býr í dag á ellisheimi i Reykjavík og hevur latið "hús skáldsins" til íslendsku tjóðina. Stórfingin gáva.
Hava gingið um húsið hjá Laxness. Ein stór uppliving. Hann var eisini útifólk og gekk mangan í náttúruni í Mosfellsdalinum. Götur snúgva seg framvið ánni, um gil og heyggjar. -Ein góður túrur, heldur bókmentafröðingurin fyri. Men henda turin eiga vit á.
Varðin Undir Varða
Undir Varða standa húsini hjá William og Lisu frá tríatiárunum. Oman fyri Viðarlundina. Við útsýni yvir "heimsins nalva". Her skrivaði William skaldsögur, stuttsögur og yrkti. Bókaverk, sum fólk í milliónatali hava lisið. Skaldskapur hansara hevur sett Föroyar á heimskortið, hóast hann ikki fekk bókmentavirðislön Nobels.
William hevði alsk til tónleik. Vaks upp í tónlistarligum umhvörvi. Kundi seta seg við klaverið. Eins og Halldór. Okkurt tónlistarverkið hevur hann gjört fyri bratsj og var góður stuðul hjá gamla musikkskúlanum.
William málaði, teknaði og klippti. Gav föroyskum listarfólkum íblástur. Skipaði fyri framsýningum. Og föroysk list prýðir veggir í húsunum Undir Varða. Eins og íslendsk list prýðir Gljúfrasteinn. Hann ummælti list og stundum vóru sjónarmið um list og andslív á prenti.
Hann var ikki bara "tröllaklipparin Undir Varða", men er framvegis nógv lisin rithövundur. Högt í metum. Ein varði í föroyskari mentanarsögu og andslívi.
Tað eru til taks samröður við hann og filmsbrot við honum. Tilfar til eitt savn?
Framvegis livandi umhvörvi
Henda sunnudagin var einki á skránni í Gljúfrasteinni. Tíverri, ásannaði savnskvinnan. Men stundum eru smærri tónleikaframförslur at hoyra.
Eisini lesa íslendsk skald og rithövundar úr verkum sínum fyri áhugaðum. Gljúfrasteinn er ikki bara eitt savn, men ein lítil depil, karmur, um nútíðar tónlist og bókmentir.
Ja, ja. Íslendingar duga, ásannaðu vit, tá vit gingu tvörtur um túnið yvir til bilin.
Íslendingar leita higar og ferðafólk við áhuga fyri bókmentum ella mentanarsögu Íslands leggja leiðina til Gljúfrasteinn. Eitt av mongu tilboðunum hjá ferðafólki, sum vitja grannarnar fyri vestan.
Sólin hevði fyrrapartin havt hug at kaga undan, men hann hevði drigið á luftina, og högættarlotið var kalt, nú vit stóðu uttanfyri. Mentanarliga mett. Men nú var kósin sett móti býnum. Móti eini matstovu.
Víkin er ruskut, tá vit koma á Sjóvarvegin - Sæbrautina - men ein glæma frá seinrapartssólin gyllir eina herðu á Esju.....
Williamshús
Vit lata tankanar taka okkum eitt ár fram í tíðina og skriva nú 2009.
Næsta ár eru hundrað og tíggju ár liðin síðani William Heinesen sá dagsins ljós í Bringsnagötu. Fyrst í 2010 letur upp Williamshús - eitt savn um skaldið og listarmannin. Almennningurin fær nú hövi at síggja "hús skaldsins". Har eru bókaverk hansara. Á fleiri tungumálum. Listarverk prýða bróstini. Eisini ber til at seta seta seg niður og hoyra og síggja ljóð- og filmsbrot.
Við einum I-poddi ber til at gera eina ferð um húsið og niðan í skrivismáttina, har brot eru at hoyra úr samröðu við Zacharias Heinesen. Undir glasi ber til at síggja handrit. Skrivað á maskinu, men við nógvum handskrivaðum rættingum. Ljóstak eru av brövum úr stóra brævaskiftinum millum hann og Jörgen-Frantz Jacobsen. Ein bókmentafröðingur verður........
Í gamla úthúsinum er ein framsýning við blaðsamröðum, ummælum og myndum, sum lýsa skaldið, samfelagskritikkaran, humanistin og humoristin.
Verður Williams-savnið veruleiki? Ella skulu vit bara lata íslendingar geva vitjandi eina uppliving og lata teir kunna ferðandi um heimskenda rithövund teirra? Og hvör eigur skommina, tá onkur tilvildarligur keypir húsini Undir Varða til .....