Var Jóannes bóndi ættaður undan einum turkiskum sig­oyn­ara?

– Tað var hann, sigur Óli Breckmann – Nei tað var hann ikki, sigur Zakarias Wang í hesum ummæli av bókini »Latið ei søguna doyggja« hjá Óla Breckmann

Sambært Óla Breckmann, so er Jóannes Bóndi ikki langabbasour Nólsoyar Páll, tí at pápi hansara var ættleiddur undan einum turkiskum sigoynara

Ummæli av

 

Føroyar 1766-1966, »Latið ei søguna doyggja«,

 

Óli Breckmann

 

2019

 

ISBN: 978-99918-3-608-9

 

 

 

Óli Breckmann er útbúgvin søgu­frøð­ingur og hevur í mong ár starv­ast sum ein væl dámd­ur lær­ari á Før­oya Stud­ent­a­skúla, um­framt at hann hevur fingist við mangt annað. Hann hevur ein lætt­an penn og dugir væl at skriva bøkur sum kunnu les­ast til mikið fragd.

 

Eg fekk mær hesa bókina bein­an­vegin hon kom út í 2019 og har var mangt á­hug­a­vert at síggja.

 

12. september 2022 møtt­ust vit báðir av tilvild á lands­sjúkr­a­hús­i­num og fullu í prát sum so mangan. Eg takk­aði hon­um fyri bók­ina. Legði tó afturat, at hann nú hevði skyldu til at biðja Før­oya fólk um fyrigeving fyri eitt petti í bókini. Talan var um hesi orð á blaðsíðu 107:

 

 

 

»Fast neit Jóannesi Pat­urs­syni søgan um, at Nóls­oy­ar Páll var ikki langabbi hans­ara. Abbin, Petur bóndi, og omm­an, Sigga Sof­ía (dótt­ir Nóls­oyar Páll) áttu einki barn eftir 8 ára hjún­a­lag. Tey fóru suð­ur­eft­ir at ferð­ast og komu aft­ur við ein­um ætt­leidd­um dreingi, ið abb­a­sonurin Poul Pat­urs­son (sonur Gazet, bróðir Jó­­ann­­es Patursson) segði var ”turk­isk­ur sig­oyn­ari”. Hann fekk navnið Poul, festi Kirkj­u­bø­garð og varð pápi Jó­anne­s. Frá hesum Pouli skuldi døkka dæmið í Kirkj­u­bø stava«.

 

 

 

Óli vildi ikki koma við nakr­ari áheitan um fyrigeving, tí hann helt, at um hann skuldi biðja um fyrigeving fyri alt tað skeiva, sum hann hevði skriv­að, so hevði hann ikki fing­ið tíð til at gjørt annað rest­ina av lívinum. Hann helt, at eg kundi siga tað, sum sig­ast skuldi. Eg segði við hann, at hetta var so álv­ar­samt, at hann mátti ganga í seg sjálvan og gera vart við sítt mistak. Vit samd­ust tó um, at tað sum kom burt­ur­úr, skuldi koma á prent. Bara at fara út á alnótina við slík­um ber ikki til, tí hetta stend­ur í eini bók, og tá út­lendsk­ir søg­u­menn um hundr­að ár fara at skriva Før­oya søgu, kunnu teir siga, at her er ein frá­søgn, sum er skriv­að av ein­um før­oysk­um søg­u­manni, sum hev­ur ver­ið virk­in í før­oyska Fólka­flokk­i­num, hvørs stovnari og for­mað­ur 1939-46 var Jó­ann­es Pat­urs­son.

 

##med2##

 

Eins og í reiðiligari søgu­skriv­ing verður keldan til hesa søgu upplýst. Talan sigst at vera Poul Patursson (18.02.1916-18.04.1965), sum var son­ur Gazet Patursson (06.07.1879-02.05.1970). Gazet var 13 ár yngri enn bróðirín Jó­ann­es.

 

Óli sigur, at hann kom til Kirkju­bø­ar og tos­aði har við Poul sum segði honum hesa ætt­ar­søgu. Óli er fødd­ur í mars 1948 og hevur tí ikki ver­ið 17 ár tá hann hev­ur hoyrt hesa frásøgn. Óli hev­ur gott minni, og eing­in orsøk er til at úti­loka, at Poul kann hava sagt ein­um hálv­vaksn­um havn­ar­dreingi hetta.

 

Men søgumenn hava skyldu til at nýta keld­u­kri­t­ikk. Teir skulu altíð seta sær spurn­ingin um tann kelda teir troyta er álítandi.

 

Tá Óli í 2019 nýtir hesa munn­ligu keldu til ein part av føroysku søg­uni, sum vit ikki skulu gloyma, hevur hann lært søgu­liga hand­verk­ið. Fyrsti spurningurin er um tað sum keldan sigur er trú­ligt. Hvussu sannlíkt er tað, at tað er satt, sum Poul sig­ur, at abbi sín var ein ætt­leidd­ur turk­isk­ur sig­oyn­ari? Er hetta ikki satt, hví sig­ur Poul so hetta fyri ein­um havnardreingi?

 

Her hevði verið eitt gott høvi til at gjørt vart við hvussu ósannindi verða nýtt í pol­it­iskum orðaskifti. Fyri 1965 var støðan í Føroyum tann, at sonur Jóannes bónda, Er­lendur Patursson, tann 4. jan­uar 1963 hevði felt javn­að­ar­løg­mann­in Pet­ur Mohr Dam. Hetta vóru javn­að­ar­menn sera mis­nøgd­ir við. Alkunnigt er, at hó­ast Jóannes og Gaz­et vóru brøður, so vóru teir ikki samd­ir pol­it­iskt, tí Gaz­et var javnaðarmaður. Nú øll vápn skuldu nýtast í­móti Er­lendi, kundi henda gamla søgan um at faðir Jó­ann­es­ar bónda var ætt­leidd­ur og at móðir hans­ara tí ikki var dóttir Nóls­oy­ar Páls, takast fram úr ským­a­skot­u­num fyri at skaða mót­støð­u­mann javnað­armanna, Erlend Pat­urs­son. At Poul sjálvur hevur trúð søguni er valla hugsandi. Ivaðist hann, kundi hann havt spurt faðir sín Gaz­et: “Passar tað, sum verð­ur sagt, at pápi tín var ein ætt­leiddur turkiskur sig­oyn­ari”?

 

Frásøgnin ber brá av teim­um søgum, sum vaks­in siga óvitum. Tá so er, er øll orsøk til hjá sam­vitsku­full­um søgumonnum at kanna aðr­ar keldur sum kunnu av­dúka hvat ið veruliga er hent.

 

Tá Óli gav sína bók út bar til at síggja kirkju­bók­i­na fyri Suð­ur­streym­oy á neti­num. Var søgan sonn, skuldi har staðið um ein ætt­leidd­an drong í Kirkjubø. Hann hevði ver­ið komin við skipi. Fyrstu skipini komu í apríl og síðstu í okt­ob­er. Ferð­a­fólk­ini vórðu uppskrivaði.

 

##med3##

 

Men hvat stendur í kirkju­bók­ini við hondskriftini hjá Pet­­er Thom­sen (10.01.1801-31.12.1874), sum frá 10. au­gust 1833 til 10. mars 1838 var sókn­ar­prest­ur í Suð­ur­streym­oy? Tá hann hevði guðs­tæn­astu í Kirkjubø hevði hann til­hald heima á Garði. Hann kendi tí hús­fólk­ini og hús­bónd­in var dekn­ur í kirkjuni.

 

Peter Thomsen skrivar, at 16. jan­uar 1836 hava hjún­ini Ped­er Hans Poul­sen, kongs­bóndi í Kirkju­bø, og hús­trú Sigga Soph­ia Pouls­datt­er fing­ið ein son. Hann er doyptur í Kirkj­u­bøar kirkju tann 24. jan­u­ar 1836 og fekk navn­ið Poul Peder Hansen. Fadr­ar vóru Hans Pauli Jo­hann­e­sen, Ole Poulsen og Mort­en Andreassen. Gumm­ur­nar vóru Karen Helene Christine Hansen og Sus­anne Mal­ene Hans­datt­er. Hesi eru øll kend frá sam­tíð­ar­keldum.

 

Tann Poul, hvørs dótt­ir Sigga Sofía er, var Nóls­oy­ar Páll. Hesin sonur Siggu Sofíu fekk Jóannes Pat­urs­son (1866-1946).

 

Skrivliga keldan rekur so­statt aft­ur ta munnligu frá­søgn, sum søgu­mað­ur­in Óli Breck­mann hev­u­r lit­ið so nógv á, at hann hevur sett hana í eina søgubók.

 

 

 

Zakarias Wang

 

Sambært Óla Breckmann, so er Jóannes Bóndi ikki langabbasour Nólsoyar Páll, tí at pápi hansara var ættleiddur undan einum turkiskum sigoynara

– Óli Breckmann hevur skyldu til at biðja Før­oya fólk um fyri­gev­ing fyri at siga, at pápi Jóannes bónda var ættleiddur undan einum turkiskum sigoynara, sigur Zakarias Wang