VAR TAÐ HANS GAMMELTOFT-HANSEN, SUM ÓTILVITAÐ ÍBIRTI

OG FANN HENDAN NÝGGJA FÍGGINDAN HJÁ ÓLA Í TJØRNUSTOVU?

Eitt vetrarkvøld í Nóatúni. Hans Gammeltoft-Hansen heldur ein frálíkan fyrilestur um danska umboðsmannastovnin. Einir 2 mánaðir eru nú gingnir. Væl av fólki var samankomið. Vildu ivaleyst hoyra um hetta fyrimyndarliga fyribrigdið, sum danir eru nærum heimskendir fyri. Tá ið hesin fryntligi danskarin hevði lirað fyrsta partin av sær, varð orðið latið publikum, og ikki óvæntað varð vargur í fylginum beinanvegin. Formaðurin hjá føroyskum fiskimonnum skeytst upp úr rúgvuni, tóktist ørkymlaður, ella dopaður av skizofrenum andum, sum onkursvegna høvdu verið í takholt við hann, og kanska høvdu gearað hann upp til hetta stóra slagið, sum nú skuldi standa, - ímóti hansara egnu landsmonnum. Herðindini mintu ikki sørt um ein grønlendskan andamanara, sum gevur motorinum eina tonn afturat, tá ið hann varnast, at eingin í hesum heimi trýr uppá hann longur. Kend eru orðini, - tað er ilt at spáa. Tað kann nú eisini hava verið sjálvhypnosa, við ymsikum effektum hevur hon verið kend leingi, í hvussu er líka síðani ólag kom á í halgidóminum í Delfi á sinni, tá ið hellenska prestinnan Pythia kom í trance, við hesum sama & sjaldsama sálardrátti.


Bakbitini heglaðu

niður yvir føroyingar

Fyri opnum tjaldi heglaðu bakbitini niður yvir føroyingar og føroysk viðurskifti, ímeðan danski paralellurin var hevjaður til skýggjað. Eingin ivingur. Formaðurin var í essinum. Hann lætst at kenna Gammeltoft, men ólukkutíð kendi Gammeltoft ikki Óla, og tað gjørdi løtuna ikki so lítið pínliga. Tað mundu vera fleiri við mær, sum hoyrdu skotríðurnar, tá ið størri parturin av forsamlingini krepti sínar ísakøldu tær uppundir blóðsprongdu iljarnar. Tragikomikkurin varð fullkomin tá ið danski umboðsmaðurin hevði svarað. Hann helt lítlan mun vera á donskum og føroyskum viðurskiftum, tá ið um rættartrygd og alment handalag galt, og afturvísti við fáum orðum allari niðurgerðanini hjá fiskimannafelagsformanninum. Avleiðingin varð so, at hann sat sum lundi sligin á nevið eina góða løtu, ella í hvussu er somikið leingi, at onkur annar kundi koma til orðanna, á hesum, annars rættiliga áhugaverda fundi.

3600 kærur koma til danska stovnin um árið. 1200 av teimum verða tiknar burturúr rúgvuni og avvístar, - sum verandi óseriøsar. Hetta fekk undirritaða at spyrja spurningin: ?Hr. Gammeltoft-Hansen, sum tey flestu munna vita, so finnast tað fólk í øllum samfeløgum, ið hava tað sum hobby, at kverulera um alt sum rekst uppí høvdið á teimum, í grundini er tað bara hugflogið sum setir markið fyri teirra gøren og laden á hesum øki. Kunna tygum upplýsa okkum, um tað eru nógvir afturvendandi persónar ímillum hesar 1200 avvístu kærurnar, og kann man við vissu siga, at hesir eru eitt slag av professionellum kverulantum??

Ikki eitt eyga var turt, tá ið floytuspælarin hevði gjørt burturav sær.

Svarið var eminent, fyri ikki at siga listarligt. Nú vita vit, at umboðsmaðurin er ein fenomenalur floytuspælari, men at hann var ein so begávaður listamaður, soleiðis sum tað kom til sjóndar hetta kvøldið, - tað mundi fáur vita. Tá ið hann var liðugur at lýsa hesar donsku kverulantarnar, var ikki eitt eyga turt í Nóatúni. Alt sat í skellilátri, tað varð um tað lagið, at onkur kódnaði av andaneyð, ímeðan aðrir fóru uttar, at kasta sær á vatninum, ella bara spákaðu sær ein túr á steinsetta túninum, og komu so innaftur so hvørt sum teir høvdu hálað seg sjálvar niðuraftur, - úr hesi komisku sferu, ið nú var íkomin. Hann kendi ikki formannin, og uttan at vita av tí, hevði Gammeltoft-Hansen, við beinraknum orðum, roytt hvønn trevil av Óla Jacobsen, sum sat har so spillnakin, og skilti ikki eitt petti av hesi oratorisku djúpvatnsbumbu, ið hevði rakt hann so meint. Analysan av kverulantinum hevði oyðilagt honum alt kvøldið, og ætlaða alliansan við danska umboðsmannin, ímóti føroyingum, miseyðnaðist totalt, hetta av tí heilt einfaldu orsøk, at hesin gløggi og sobri danskarin, gjøgnumskoðaði primitivu komplexini, sohvørt sum skotríðurnar komu. Hann var ikki komin til Føroya fyri at dyrka gamlar politiskar skeivleikar, men heldur fyri at siga føroyingum frá, hvussuleiðis rættartrygdin kundi styrkjast í framtíðini m. a. við einum føroyskum umboðsmannastovni. Ein konstruktivur maður, mótvegis maniska og afturlítandi petitessu-politikki Fiskimannafelagsins, - undir tess núverandi leiðslu.


Stórsta uppfinnilsið

síðani bubble-gummið

Eg vildi ikki havt talað. Mær dámar ikki at gera fólki ónáðir, og tað hevði heldur ikki verið ætlanin hetta kvøldið. Av óvart kom tað bara soleiðis fyri, at bygdamaðurin varð tikin á tí skeiva beininum. Gammeltoft-Hansen hevur størri ábyrgd av hesum enn undirritaði, men lættast er at leypa um garðin harið hann er lægstur, og soleiðis hava hesar undarligu wanted-myndirnar verið at sæð í FF-blaðnum líka síðani. Man fær associatiónir til hesar amerikansku kóvboy-filmarnar, harið wanted-uppsløgini, um eftirlýstar gangstnarar, eru nelgd á hvønn lyktapela og á hvørja sveiggjhurð á lokalu salónunum. Munurin er í grundini bara hann, at í hesum leikinum er sheriffurin føroyingur. Tað varð einaferð sagt í einum Rukkulakka, at Pauli Ellefsen var stórsta uppfinnilsið, síðani bubble-gummið sá dagsins ljós, á fyrsta sinni, men tað er ikki langt ífrá, at hann hevur funni ein kvalifiseraðan avloysara í fiskimannafelags-formanninum.

Frammanfyri mær, her í kjallarabunkaranum, hongur hin kenda myndin av øllum teimum, sum stovnaðu Føroya Fiskimannafelag í 1911. Havi sum smádrongur gingi ímillum fleiri teirra, so eg kendi nakrar av teimum persónliga. Eri eisini slektaður at fleiri. Á bróstinum í hini sunnaru og betru stovuni hjá abba mínum, úti í Grógv í Syðrugøtu, hekk alt tað eg kann minnast, eitt innrammað heiðursbræv frá Fiskimannafelagnum, ið váttaði, at abbi mín, Jóan Elias Gregersen, var ein av teimum, sum var við til at stovna hetta heiðurliga og stolta felag, ið hevur havt so ómetaliga stóran týðning, ikki bara fyri fiskimenninar, men fyri alt hitt føroyska samfelagið. Stóri hugsjónarmaðurin, Erlendur Patursson, sáli, hevur undirskrivað skjalið.


Øll hini er pr. definitión politiskt avmarsjeraði

S.P. Konoy er sjálvandi við á myndini, - somuleiðis ein stórur hugsjónarmaður. Nógvir aðrir av hesum kalibrinum hava liva tætt uppat felagnum upp ígjøgnum tíðirnar, og tað verður ov langdrigið at nevna nøvn uppúr rúgvuni. Rasmus á Háskúlanum átti kanska at verið nevndur burturúr, sum ein dyggur stuðul og kveikjari, serliga í blaðútgávuni ígjøgnum nógv ár. Substansurin tá og nú er sum dagur og nátt. Nú gjalda føroyskir fiskimenn góðlýðnir fyri, at ringasta javnaðargorið nakrantíð, verður sprænt út í føroysku fólkasálina, goldið úr kassa 1 hjá hesum somu, sum fyri mesta partin munna verða sjálvstýris- & ella fullveldismenn. Tað skal vera løgið annað, um ikki okkara besta og sterkasta fólk, hevur tað lívssjón, at teir vilja liva í einum frælsum landi. Bara tankin um hitt øvugta er fullkomuliga absurdur, spurningurin er bara, hvussu leingi teir lata hetta um seg ganga(?) Fiskimenn eru vanliga eitt seigligt & stillført fólkaslag, men tá ið tað so einaferð kókar yvir, tá er tað ikki við mýkindum. Vónandi hendir hetta skjótt, soleiðis at núverðandi formaðurin, ein av stovnarum Eysturoyar Tjóðveldisfelags, verður trevsaður so illani, at hendan ófrælsis- & javnaðarflokskampanjan verður rykt upp við rót, og kann halda uppat einaferð fyri allar. Minnist sum barn, at man onkuntíð plagdi at eygleiða hesar orkumálararnar frá SEV, sum hanga í hvørjum húsi í Føroyum. Serliga hendan forvitnisliga teljaran, á síni ævigu rundferð. Ávísar politiskir heilar hava hetta sama ævinliga gonguverkið í sær, støðast sjáldan, leypa flokk av flokki, og tað sum teir hava til felags, er sjálvandi, at øll hini, altíð, pr. definitión, - eru politiskt avmarsjeraði.


Ein fullkomin fusari

av eini ákæru (!)

Dagfinnur Danbjørg hevði eina fitta, lítla grein í Dimmalætting, stutt eftir at undirritaði var farin av Føroya Løgtingi. Í eini meinaleysari og moderatari útgávu, reisti hann áleið sama spurningin, sum Óli Jacobsen nú kemur við, - nærum tveir mánaðir seinri. Hugsi ikki at Danbjørg hevði nakran illan tanka við sínum fyrispurningi, - vildi helst bara hava greiði á tí sum var fyrifarist. Nú tá ið hann búleikast á flatlondum, í eitt skiftið, fær hann kanska ikki so neyvar informatiónir hiðani, soleiðis at samfelagsmyndin verður heilt so heilskapað, sum hjá teimum, ið her ganga og mala dag og dagliga. Gangi út ífrá, at Dagfinnur hevur verið nøgdur við svarið, tá ið eg ongantíð hoyrdi nakað frá honum aftur. Øll onnur, sum eg havi tosað við um hetta málið, skiltu boðskapin, men tað man fiskimannafelagsformaðurin so, eftir øllum at døma, ikki hava gjørt. Nú leggur hann undirritaða motivir til, sum eru mær fullkomuliga fremmand. Hví í víðastu verð skuldi eg vilja havt skovluna undir partamannin, Signar á Brúnni (?) Hvat er hetta fyri ein sjúkur tanki(?) Hvat skuldi eg fingið burturúr tí(?) Hvat skuldi Tjóðveldisflokkurin fingið burturúr tí(?) Hvat skuldi fullveldisætlanin fingið burturúr tí(?) o.s.fr. Hetta munna vera herðindir av gomlum skizofrenum leivdum, frá totala kaosinum í Verkamannafylkingini, sum nú herja hendan mest miseyðnaða føroyska politikkaran, nakrantíð, onnur orsøk er ring at finna, - til hendan fullkomna fusaran, - av eini ákæru(!)

Hví fer Løgtingi ikki til hús med alla, um lógirnar ikki skula haldast allíkavæl(?)

Umframt almenna svarið til Dagfinn, havi eg bara úttalað meg einaferð um hetta nú so famøsa málið, - um Signar á Brúnni og stýrisskipanarlógina. Tað var tá ið Ingi Rasmussen ringdi meg upp, og spurdi um eg helt, at tað skuldi fáa avleiðingar, um so var, at landsstýrismaðurin í kenslumálum hevði brotið stýrisskipanarlógina. Kanska skuldi eg ongantíð havt svarað, tað hevði so ongan mun gjørt í sjálvum málinum, men skuldi eg svara, so mátti tað sjálvandi verða játtandi, alt annað hevði verið tað reina nonsens, fyri at siga tað milt. Hvat skula vit annars hava hesar lógirnar til, um landsins hægstu menn, fólksins tænarar, ikki skula halda tær(?) Signar hevur eftir øllum at døma handlað skeivt, eftir ússaligari ráðgeving, og sjálvandi er tað spell, men tað er ongin ólukka, heldur ikki fyri hann, og soleiðis verða slík mál, ið hvussu so er, ikki uppfataði í øðrum londum, harið ráðharrarokadir og útskiftingar eru gerandiskostur. Tjóðveldisflokkurin & Signar á Brúnni tóku avleiðingarnar, gingið varð ikki uppá kompromis við rættartrygdina, hesa fyrstu ferðina lógin skuldi standa sína roynd. Soleiðis handla flokkar & menn, ið ferðast á ovastu rókum samfelagsins undir totalari ábyrgd. Tað at eg misti tingsessin, í hesum samanhanginum, ger minni, og hevur ongan sum helst týðning yvirhøvur. Men sæð í tí ljósinum er hendan spaka- & ella skovlu-ákæran frá Óla Jacobsen heilt og aldeilis horribul, og gevur púrasta onga meining hjá fólki, sum bara hava sítt vanliga tankagóðs, at peila av við.

Harraguð, maður. Legg eina sivila rættarsak ímóti Landsstýrinum.

Nú koblar formaðurin Yrkisráðið uppí hetta málið, sum er umrøtt omanfyri. Og hann spyr beinleiðis: ?Í hvørjum førum skal tað hava avleiðingar, at stýrisskipanarlógin verður brotin, og í hvørjum førum kunna brot góðkennast og stuðlast?? Gamalt er, at eitt býtt kann spyrja meiri enn 10 begávilsir kunna svara uppá. Men álvaratos Óli. Máti skal vera við. Sjálvandi skula øll brot á stýrisskipanarlógina fáa tær neyðugu avleiðingarnar, sum fyriskrivað er. Tað kunna vit væl saktans ikki verða ósamdir um. Men hetta málið hevur jú verið og vent í landsstýrismálanevndini, og tá ið teir ikki hava hildið hetta málið verið brot á galdandi lógir, so kunna tingmenn, í útgangspunktinum, ikki fyrihalda seg øðrvísi enn teir hava gjørt, nevniliga at góðtaka tað sum nevndin varð fullsamd um, vælsaktans og vónandi, eftir at hon hevði kannað málið til botns. Soleiðis er hin politiska skipanin nú einaferð. At tú so seinri hevur bílagt eitt svarð frá einum ella øðrum donskum gummijuristi, tað er so eitt annað mál, og tað hevur ivaleyst eisini givið kassa 1 á Fiskimannafelagnum nakrar økonomiskar skavankir. Men hvat tað skal brúkast til, tað veit eg líka so lítið sum nakar annar, og mín støða til málið kann ongan áhuga hava, tá ið eg bara eri ein av 45.000 vanligum føroyingum, sum ikki finni meg í, at verða pilkaður út úr rúgvuni, av Óla Jacobsen, fyri at svara uppá eitthvørt, tá ið hesi undarligu herðindini royta hann upp í eitt slag av politiskari ekstasu. Kanska hevði tað verið vert at roynt eina rættarsak í hesum máli, Fiskimannafelagið vs. Føroya Landsstýri. Men hondina á hjartað, Óli, hetta málið hjá Signari líkist ikki hesari kastibløkuni hjá tær, tá ið løgtingsgrannskoðararnir í niðurstøðuni, í roknskapinum fyri Sjónvarp Føroya, beinleiðis staðfestu, at stýrisskipanarlógin var brotin. Og hví gjørdi tú ikki okkurt við málið um Yrkisráðið, tá ið tú var løgtingsmaður, og fyri alt tað, tá ið tú, enntá, var landsstýrismaður, í tveimum skiftum, í seinasta løgtingsskeiði(?)


Rúna Sivertsen hevur sett Óla Jacobsen skák í mát

Nú veit eg ikki um tað er ein óskrivað sátt ímillum politikkarar, ikki at svarða Óla Jacobsen aftur. Okkurt bendir á at so er, tí sjaldan kemur hetta fyri. Eingin orkar og tímir hesa verbalu marathonskrivingina, ið sjaldan endar við øðrum, enn eini fullkomnari oyðimarkargongd. Tó síggi eg nú, at Rúna Sivertsen, tingkvinna, hevur sett formannin, meiri ella minni, skák í mát, í Dagblaðnum, - av øllum. Úr sínum uppvøkstri og úr fyritakssama umhvørvinum har norðuri, kennir hon viðurskiftini hjá føroyska sjófólkinum, betur enn tey flestu, so hetta sær ikki so lítið spennandi út. Tá ið nú Rúna hevur innstillað kanónirnar, man tað verða tí, at hon ætlar at stilla upp ímóti Óla, til formansvalið seinri í ár, okkurt er undir uppsigling, tað frættist nú ymsastaðni í fiskimannaumhvørvinum, og nógva ónøgdin, í skýmaskotunum, bendir á eitt skiftið, sum kemur óvæntað á tey flestu. Ja, hví ikki eina forkvinnu í Føroya Fiskimannafelag. Rúna hevur í hvussu er, víðskygdari sosialar hugsanir enn núverðandi formaðurin, tá ið hon rør uppundir eftirlønarskipanir et cetera. Illar tungur vilja verða við, at formaðurin er einasti limur felagsins, sum hevur eina slíka, men kanska er hon so kostnaðarmikil fyri felagið, at ráð ikki eru til so nógv annað. Hetta verða míni seinastu orð í hesum málið. Um formaðurin hjá føroyskum fiskimonnum, fremsti ófrælsis-tænari føroyinga, sponsoreraður av sínum góðvarnu limum, so heldur fram til dómadags, og líkamikið hvussu grovur og perfidur hann annars verður, so fær hann einki svarð aftur hiðani. Over and out.


Tórbjørn Jacobsen