Vár tók 10 ára gamalt met

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard gjørdi rættiliga bart í fyrstu finaluni í FM í svimjing í Svimjihøllini í Gundadali í Havn í gjár, tá hann tók 10 ára gamla metið í 100 metur frí. Hon svam teinin upp á 57:09

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard gjørdi rættiliga bart í fyrstu finaluni í FM í svimjing í Svimjihøllini í Gundadali í Havn í gjár, tá hann tók 10 ára gamla metið í 100 metur frí. Hon svam teinin upp á 57:09.

 

Gamla metið var 57:41 og var tað elsta metið á metlistanum hjá føroysku svimjarunum. Elspa Mørkøre settið tað metið í kapping í Greve 27. oktober í 2007.

 

Vár Eidegsaard segði við sjónvarpið, at tað var sterki viljin at taka metið, sum gjørdi, at tað eydnaðist henni at taka metið. Hon ætlar sær at vinna fleiri gullheiðursmerki og fer eftir øllum crawlkappingunum og 50 og 100 metrar firvald.

 

FM í svimjing á stuttgeil er hetta vikuskiftið, og fyrstu finalurnar vóru í gjár klokkan 17.

 

Í morgun eru aftur innleiðandi svimjikappingar, og finalur verða klokkan 17. Hetta stóra vikuskiftið hjá føroysku svimjarunum verður enn størri av, at sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir beinleiðis frá øllum finalunum, sum vóru í gjár og eru í dag og í morgin frá klokkan 17 – 19.

 

Tað verður roknað við fleiri metum í hesi kappingini, og í gjár megnaðu kvinnurnar hjá Ægir eisini at taka metið staffett í 4 x 100 frí.

 

Stóri vinnarin í gjár var Óli Mortensen. Hann vann ikki færri enn seks gullheiðursmerki – eitt teirra vann hann saman við Rólant Toftum, tá teir høvdu júst somu tíð á fyrsta plássi. Tí vóru latin tvey gullheiðursmerki í hesi kapping, einki silvur og eitt bronsu.

 

Innleiðandi kappingarnar í morgun byrja klokkan 9:30.