Havnar Svimjifelag hevur um vikuskiftið tikið lut í kappingini Portugal Open. Fleiri av svimjarunum hava gjørt vart við, nøkur heiðursmerkir eru vunnin og føroysk met tikin.
Ein teirra, ið stórar vónir eru til í føroyska svimjiheiminum er Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, ið luttók í 1500 metra frísvimjing. Har megnaði hon ikki einans at seta føroyskt met og juniormet á tí teininum, men tók eisini juniormetið í 800 metra frí samstundis. Tað skrivar heimasíðan svimjing.com.
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard svam teinin uppá 17:32.83, ið er 19 sekundir skjótari enn gamla metið hjá Cecilia Wigant Eysturdal, og 25,2 sekundir betri enn sítt gamla juniormet.
800 metra metið tók hon í somu kapping, tá hon svam teir fyrstu 800 metrarnar uppá 9:18.79, ið er ein betran av hennara egnu tíð frá somu kapping. Tað var eisini um reppið, at Vár tók føroyska metið á 800 metrum frí, ið Mona Simonsen setti í 2007. Tað metið er 9:18.65.
Umframt tey bæði metini, so megnaði Vár Erlingsdóttir Eidesgaard eisini at seta føroyskt met og juniormet á 400 metra frí við tíðini 4:26.87. Harvið tók hon metini frá ávikavist Cecilia Wigant Eysturdal og Sáru Ryggshamar Nysted.
Ein annar, ið eisini hevur gjørt vart við seg í kappingini, er Óli Mortensen, ið vann gull í 800 metra frí og setti met í 200 metra firvald. Gamla metið átti hann sjálvur, og var tað frá juni mánaða, tá hann svam 2:09.09. Nýggja mettíðin er 2:08.56.
Gullheiðursmerkið vann hann í 800 frí við tíðini 8:15.60. Tað er tó ikki hansara besta tíð á hesum teini, tí fyrr í ár svam hann teinin við tíðini 8:13.75.