Stundin er ikki komin at avtaka sjómannafrádráttin, 25% markið fyri landingum uttanlands ella avmarkingarnar at virka fiskin umborð innanfyri føroyskt sjóøki sigur SAMTAK
Fakfeløgini í Samtak vísa á, at verður sjómannafrádrátturin avtikin, so verða tað helst einans teir skipabólkur, sum hava tær hægstu inntøkurnar, sum varðveita fólkið, tí tað loysir seg snøgt sagt ikki at fara til skips, tí inntøkurnar á landi eru eins stórar ella forvinningurin við at sigla uttanlands eitt nú í Noreg, íslandi ella Grønlandi er munandi størri.
Feløgini í Samtak harmast um, at stovnarnir ikki hava verið betri røktir seinastu árini. Feløgini vóna veruliga, at landsstýrið og løgting taka henda spurning í álvara og gera nøkur munadygg tiltøk, sum kunna vera við til at tryggja, at toskurin og onnur fiskasløg kunna menna seg aftur í føroyskum sjóøki.
Feløgini ásanna eisini, at neyðugt er at styrkja eftirlitispartin. Leikluturin hjá Fiskiveiðieftirlitinum eigur at styrkjast og m.a. eigur at verða kravt, at eygleiðarar skulu umborð á ávísar skipabólkar, sum fiska í Føroyskum sjóøki ? sama um talan er um føroysk ella útlendsk skip.
Feløgini í Samtak mæli at enda landsstýrinum til at hugsa seg sera væl um, áðrenn farið verður undir at gera stórar broytingar, og at ansast má eftir, at tær broytingar, ið landsstýrið fremur ikki gongur út yvir fólkið, sum hava sítt livibreyð í fiskivinnuni verður m.a. sagt í skrivinum, sum verður prentað í fullum líki í Sosialinum í dag.
Vegna Samtak,
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag
Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag