Varðveitti starvið í fótbóltinum

Jakob Kjeldbjerg noyddist at gevast sum leikari, tá skaðarnir gjørdust ov nógvir í tali, men fótbólturin rullar tó enn. Hvønn sunnudag er hann á skíggjanum, tá sigast skal frá dystunum í donsku superliguni



 

Samrøða

Orð: Jákup Mørk

Myndir: Álvur Haraldsen


Tað var ein dreingjadreymur, sum rann út hjá Jakob Kjeldbjerg, beint eftir at farið var í holt við donsku superliguna á heysti 1993. Millum áskoðararnar til dystin millum Silkeborg og AGF í Aarhus var hin navnframi Glen Hoddle, sum hevði í kvittanunum at finna sær ein nýggjan verjuleikara til Chelsea, har hann tá var venjari.

Fáar dagar eftir dystin kom eitt faks inn á skrivstovuna hjá Silkeborg, og boðini í hesum vóru púra greið. Hevur Jakob Kjeldbjerg hug at gerast Chelsea-spælari, skal hann bara koma her innan 24 tímar.

Soleiðis byrjaði fótbóltsævintýrið hjá væl dámda sjónvarpsvertinum, sum nógvir av føroysku sjónvarpshyggjarunum kenna frá fótbóltssendingini hjá TV3, Onside.

Sjálvur heldur Jakob Kjeldbjerg, at hetta var eitt sera stórt stig hjá sær at taka.

? Eg kom jú úr Silkeborg, sum annars gjørdust meistarar, eftir at teir høvdu selt meg. Nakað sum eg annars havi hoyrt nógv fyri. Sjálvt um freistin var stutt, so var eg so slettis ikki í iva um, at eg skuldi taka av. Tað var bara um at koma avstað. Eisini tí tað ikki var víst, at eitt slíkt tilboð kom aftur í bræði. Eg spældi jú i Jyllandi, og tað hevur ongantíð verið haðani, at teir flestu spælararnir verða seldir til útlandið. Tað verða teir í Keypmannahavn.

Við til at gera Chelsea stórt

Tá hetta hendi, var Chelsea ikki eitt somikið stórt felag, sum tað er í dag. Hetta var tó byrjanin til nakað nýtt, og tað er eingin loyna, at tað var við setanini av Glenn Hoddle, at stórfelagið Chelsea byrjaði at daga fram. Hann var júst settur sum venjari, og hann setti sær fyri at fáa liðið at spæla meira kontinentalt, sigur Jakob.

? Til hetta skuldi hann so eisini finna sær nýggjar leikarar, men tá hevði felagið ikki so nógvar pengar, sum teir hava í dag. Teir noyddust tí at leita sær bíligar leikarar so sum meg. Í dag er støðan jú ein onnur, og teir venda ístaðin eyguni móti einum Marcel Desailly ella Lebeouf.

? Tað var tó ikki beinanvegin, at úrslitini av broytingunum hjá Hoddle sóust. Gaman í komu vit í FA-Cup finaluna fyrsta árið, men annars gekk ikki so øgiliga gott. Tekningin til nakað stórt var tó at hóma.

Talan var soleiðis um eina sera spennandi tíð hjá unga jútlendinginum, men lukkan vardi tó ikki so leingi hjá honum. Eftir bert tveimum árum byrjaðu skaðar at gera somikið nógv um seg, at tað at enda ikki var annar útvegur enn at verða staðfestur sum fótbóltsinvalid.

? Tað var ein knæskaði, sum gjørdi, at eg mátti gevast. Alt hetta við skaðunum byrjaði tó eftir tveimum árum, tá eg fekk ein skaða í økslini. Undir uppvenjingini var eg óheppin og meiddi meg. Síðani komu so alt fleiri skaðar, og at enda mátti eg bara gevast. Hetta var sjálvandi ein sera tung avgerð fyri meg, og tað er eingin loyna, at hetta var eitt hart tíðarskeið fyri meg persónliga.

Varð verðandi í fótbóltinum

Hóast dreymurin hjá Jakob soleiðis bert vardi í tvey ár, so merkti hetta ikki, at hann fullkomuliga slepti takið á fótbóltinum. Í Chelsea varð eisini roynt at hjálpa, og danska leikaranum stóð eisini í boði at fáa starv hjá felagnum.

? Tað var eisini soleiðis, at eg fegin vildi verða í London. Tað var her eg møtti konu mínari, og vit høvdu bæði hug at verða. Tað varð eisini tosað aftur og fram um, hvørji størv eg kundi fáa í felagnum, og alt endaði so við, at eg fekk starv á sjónvarpsráini hjá felagnum. Eitt starv, sum eg hevði í eitt ár, og sum eg helst eisini hevði kunna hildið fram í, ella kanska koma aftur til seinni.

Orsøkin til, at Jakob Kjeldbjerg tá valdi at flyta, var, at hann tá brádliga fekk eitt gott tilboð, um at koma til Danmarkar at starvast.

? Fyrst var tað Danmarks Radio, sum var á vøllinum. Eg gjørdist tá frásøgumaður til »Tiupslørdag«, og so gekk bráddliga skjótt. TV3 ætlaði sær eisini inn á fótbóltsvøllin. Tá vóru bert tveir mans, sum vóru knýttir at ítróttinum, og so var bara at fara í holt við at byggja alt upp.

Eitt ára royndir innan sjónvarpsyrkið kann ikki sigast at vera serliga nógv, tá ein nýggj støð skal byggjast upp, men tann í dag so vælkendi sjónvarpsverturin heldur tó ikki, at hann stóð heillt á berum.

? Nei, eg hevði so hóast alt nakrar royndir frá fótbóltinum. Tað gav mær í øllum førum møguleika at fáa nakrar samrøður við kendar leikarar, sum eg kanska ikki hevði fatur á annars. Tað er avmarkað, hvønn fyrimun hetta gevur mær í dag, men tá gav hetta mær ein stóran fyrimun.

Spurdur, um hetta at starvast innan fótbóltin kanska er ein háttur at vera aktivur innan fótbóltin, sigur hann, at tað kann mann væl siga.

? Siðani eg kom á ungdómslandsliðini hjá DBU sum 14-15 ára gamal, hevur so at siga alt snú seg um fótbólt. Hetta var jú ein møguleiki hjá mær at halda meg innan hetta økið, og tað er nakað, sum eg havi verið sera glaður fyri.

Hóast tað at kalla bert er úr fótbóltinum, at heimligu hyggjararnir hava sæð Jakob, so er hetta tó ikki tað einasta, sum hann tekst við á støðini. Tá yvirritaðu vóru á vitjan, hevði hann úr at gera við at fyrireika seg til fyrstu roynd sína sum frásøgumaður til boksidyst.

? Tá Elkjær kann, so kann eg pína doy eisini, ljóðar tað flennandi, tá vit vísa á, at hann við hesum ikki er tann fyrsti fyrrverandi fótbóltsleikarin, sum skal royna seg undir boksidysti.

Verið errin av Toda

Sæð frá einum føroyskum sjónarhorni, so er mest áhugaverdi parturin av arbeiðinum hjá Jakob Kjeldbjerg tó, tá hann eftir ymsu umførini í superliguni hevur greitt frá, hvussu ymsu liðini hava staðið seg.

Okkara áhugi í hesum er sjálvsagt, hvussu tað gongst okkara fótbóltsútisetum, og ikki kann sigast annað enn, at hetta hevur gingið væl seinnu árini. Í fjør vóru tað Jákup Mikkelsen og Herfølge, meðan tað í ár eru Todi Jónsson og FCK, sum kunnu rópa seg meistarar. Vit spurdu at enda Jakob Kjeldbjerg, hvørjar orsøkir hann heldur vera tær týdningarmestu til DM-heitið hjá FCK, og hvussu hann metir um avrikini hjá Toda í hesum.

? Tit sóu jú ein sera, sera kenslubornan Flemming Østergaard sunnudagin, og tað er eingin loyna, at hetta hevur verið ein long proses hjá FCK. Tað er heldur eingin ivi fyri mær, at Flemming Østergaard eigur ein sera stóran part av hesum.

? Hann hevur sjálvur viðgingið fleiri mistøk, sum hann hevur framt á vegnum, men hann hevur roynt og roynt. Eisini hevur hann styrkt seg á ítróttarliga økinum við at seta Niels Christian Holmstrøm (ítróttarstjóri, blðm) í starv, og ikki minst við Roy Hodgson (venjari, blðm.). Uttan Roy Hodgson varð FCK ikki meistari.

? Hodgson fekk so eisini teir leikarar, sum hann vildi hava. Ikki minst Ståle Solbakken og Jacob Laursen, og síðani teir komu til felagið, hevur liðið bert tapt ein av 27 dystum, og tað í sjálvum sær er eisini fantastiskt.

? Lat meg fyrst siga, at tað var sera óheppið, at Todi ikki kundi vera við móti Brøndby, tá gullið varð tryggjað. Tað vóru serstakliga hann og Zuma, sum seinastu umførini vístu mær, at FCK var eitt meistaralið.

? Teir høvdu jú ikki tapt í langa tíð. Einar 16-17 dystir uttan tap, men fleiri teirra vóru rættiliga keðiligir. Tað vóru Todi og Zuma, sum gjørdu tað stuttligt at hyggja at FCK. Brádliga skaptu teir báðir eitt fantastiskt álopspar.

? Eitt sindur løgið og tilvildarligt, tí Zuma varð fluttur úr miðvøllinum av taktiskum ávum, men við at fara í álopið, fekk hann eisini tað besta fram í Toda.

? Todi hevur jú alt. Kanska ov nógv av skaðum, og tí er tað spell, at tað ikki er fyrr enn nú, at hann veruliga hevur prógvað síni evni. Hann hevur jú alt. Góðan teknik, sparkiteknik ? og so hevur hann eisini skotið nøkur fantastisk mál. Honum kunnu tit veruliga vera errin av í Føroyum, sigur altso fótbóltsserfrøðingurin hjá TV3 at enda.