Ávara móti fupp-uppkøllum

Føroyskir telekundar eru javnan offur fyri sonevndum fupp-uppkallum.

Føroya Tele skrivar á heimasíðu sínari, at hesi uppkøllini eru sera stutt og hava til endamál at lokka viðkomandi at ringja uppaftur. Verður tað gjørt kann telefonrokningin gerast størri enn væntað, tí telefonnummarið er ofta ógvusliga yvirtakserað. Tað er skiftandi, hvørjum londum ringt verður frá.

- Vit mæla tískil frá, at ringt verður uppaftur til útlendsk nummur, tú ikki kennir, skrivar Føroya Tele á heimasíðuni.

Uppkøllini kunnu vera órógvandi, tí tað kann verða ringt bæði nátt og dag. Í ávísum fartelefonum ber til at sperra ella blacklista nummur, so tey ikki fáa ringt til tín. Hevur tú eina smartphone, ber eisini til at heinta eina app, sum blokerar hesi nummur. Fleiri slíkar apps eru at finna, og eita tær oftast okkurt, sum hevur við “blacklist” at gera, verður skrivað á heimasíðuni.