Varðin Pelagic eigur atkvøðuna hjá Kristin Michelsen

Varðin Pelagic hevur sagt við Kristin Michelsen og Bjarna Hammer, at atkvøða teir fyri uppboðssøluni, so byggir Varðin Pelagic ikki ætlaða surimivirkið á Tvøroyri, sum so ikki fær 70 nýggj arbeiðspláss.

 

Tað var Óli Breckmann, sum umboðaði Fólkaflokkin í kjakinum í sjónvarpinum í gjárkvøldið, sum segði seg vita, at Varðin Pelagic hevur lagt trýst á tingmenninar hjá Javnaðarflokkinum á Tvøroyri.

 

– Teir (Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, red) hava bara fingið greið beskeð frá Varðanum Pelagic: Vissi tit minka møguleikarnar hjá okkum til at gera nýggjar íløgur úr hesum 300 milliónunum niður í 90 milliónir, so verða ongar íløgur gjørdar, so gera vit ikki surimivirkið á Tvøroyri, og so kunnu tit vita, um tit við tykkara sosialismu klára at gera eina líknandi íløgu á Tvøroyri til restina av Suðuroynni at liva av, segði Óli Breckmann.

 

Kjakið í sjónvarpinum snúði seg um, hvussu teir fyrstu 98 dagarnir hjá hesi samgongu hava gingið, og hvussu samgongan megnar teir fyrstu 100 dagarnar. Í morgin, jólaaftan, eru júst 100 dagar, síðani nýggja samgongan tók við.

 

Kjakið í sjónvarpinum kann síggjast VIÐ AT TRÝSTA HER