Varpa ljós á bróstkrabba

Leygardagin skipar Bót til bata, ið er sjálvhjálparbólkur undir Føroya Felag móti Krabbameini fyri almennum fyrilestri í Miðlahúsinum í samband við altjóða bróstmánaðin, sum er í oktober á hvørjum ári.


Tvær kvinnur fara at siga frá søgum sínum, um teirra lív við krabbameini. Onnur er Maria Frederiksen, sum bert var 22 ára gomul fyrstu ferð hon fekk krabbamein. Aðru ferð, tíggju ár seinni, fekk hon staðfest bróstkrabba.
28 ára gamla Tina Hammer fekk bróstkrabba fyri tveimum árum síðan, viðgerðin sýntist at ganga væl, men nú er sjúkan komin aftur og hevur breitt seg til livrina og heilan. Hon fer at greiða frá, hvussu tú kanst hava eitt virðiligt lív hóast sjúkan er komin aftur, og tú veitst at tú ikki verður frísk.
Limir úr sangbólkinum Salt fara at spæla og syngja undir tiltakinum.