Vatnið bøtir alt

Í kurlandinum sunnanvert í Pólandi eru undurgerandi keldur, sum sambært teimum lokalu hjálpa móti øllum. Hevur tó høvuðpínu, mús á knænum ella eksem, er bara at drekka nóg mikið úr tí ella tí brunninum, so fer at hjálpa, siga tey

Kurhotellini eru mong í Suðurpólandi. Kend og minni kend fólk hava gjøgnum tíðina vitjað. Ein av teimum meira kendu er tónasmiðurin Fryderyk Chopin, sum bæði hevur fingið hotel og tónleikafestival uppkallað eftir sær á einum av støðunum, vit fara at vitja. Og felags fyri alla viðgerð á hesum støðunum er, at mineralvatn klárar flest allar skavankir.
Vit taka okkum út úr stórbýnum Wroclaw og koma út á landavegin. Eingin autostrada er tað, vit koyra eftir, uttan ein tvísporaður veggur, sum vit kenna hiðani heiman. Bussførarin koyrir skjótt. Tykist ikki leggja nakað í, at hinumegin heyggin, sum fyri framman er, kann ein bilur koma sendandi. Hann yvirhálar sum brent, hvørja ferð ein bilur er frammanfyri, sum ikki koyrir oman fyri 100 kmt.
Landslagið er tað sama. Stórir akrar í annað borðið og fjall og skógur hinumegin. Soleiðis koyra vit nakað nógvar kilometrar. Møta ikki so øgiliga nógvum bilum, men leggja emrki til, at teir, vit møta, eru nýggir, vesturlendskir bilar.

Vatnskaði
Lendið er lágt, og stórur vatnskaði hevur fleiri ferðir verið í økinum, greiðir ferðaleiðarin frá. Fyri eystan rennur Oder áin, og í hana fara aðrar smærri áir, sum, tá illa vil til, kunnu gerast í so stórar. Tað fekk millum annað býurin Klodzko, sum liggur her fyri framman í stóra Klodzkodalinum, at sanna í 1997.
Vit steðga á í Klodzko. Hann liggur her í dalinum, sum umgyrdur er av Kekkia á trimum síðum. Fyri vestan eru Sudetarfjøllini, og tað fær beinanveg ein at hugsa um hugtakið sudetartýskarar, sum eru stóru partur av søguni hjá hesum landinum.
Býurin er rættiliga gamal, frætta vit. Frá tíðliga í miðøld vita fólk um, at hann hevur verið til, og víst verður til eina brúgv í býnum, sum verður søgd at vera í minsta lagi 700 ára gomul.
Eina aðrastaðni í dalinum hitta vit eina basilika, sum er heldur yngri, men kortini rættiliga gomul. Stórt og vakur bygningsverk, sum hevur sína søgu.
Sagt verður um polskan aðalsmann, sum helst ikki var av Guðs bestu børnum, meðan hann var í vælmaktini, at hann fekk samvislubit á eldri árum, so hann lat alt, sum hann átti, til at byggja eitt klostur fyri. Bygningurin stendur enn í dag og er væl hildin og áhugverdur at vitja.
Kundi ikki lata vera við at hugsa um Sandavágs Kirkju, meðan eg gekk gjøgnum longu gongirnar og hugdi at teimum 14 málningum, ið myndaðu pínslusøguna. Eins og í Sandavágs Kirkju endaði myndarøðin við niðurtøku av krossinum og gravlegging. Tað undraði meg og ger tað enn, at teir hava valt uppreisnina frá.
Men tað, sum einamest verður víst til í Klodzko í dag, eru merkini eftir vatnflóðini í 1997. Tey hava ikki vaskað bygningarnar aftur uttan, so skilliga sæst, hvussu ovalaga vatnið hevur verið. Langt upp um bilarnar rakk tað.
Aftur í slíkum førum fer ein at hugsa um, hvussu heppið tað er at búgva í Føroyum. Her rennur vatn hóast alt undan brekkuni og fer vanliga til havs.
Í Klodzko verður beinanveg farið at hyggja eftir einumhvørjum handli, har tað mest neyðuga til opersónligu røktina fæst, nú alt viðførið liggur eftir í Kastrup.
Jú, tað er skjótt, at rakiútgerð, tannbust og pasta, shampoo og upp í lógvan av undirbuksum og okkurt annað smávegis er fingið til vega. Og prísurin er sum hýsuprísurin heima í Føroyum. Í botni. Verði væl útgjørdur fyri knappar 100,- krónur. Ikki stórt meira, enn ein dunkur av rakibalsam kostar í Føroyum. Tað er um tað lagi, at ein harmast um ikki at hava betri møguleika at keypa inn undir seg at taka heim við.
So er tað ein skjúrta, ið manglar. Jú, hon fæst fyri góðar 60,- krónur. Við slipsi. Sig so tað. Og góðskan man vera tann sama sum her heima, tí tær kendu jysku skjúrturnar, sum fyrr vórðu seymaðar í Herning, koma nú úr Pólandi, so har skuldi ikki verið nakar munur.

Friðaligt øki
At enda eru vit so í Polanica Zdrój, sum vit hava frætt um á leiðini úr Kastrup og allan vegin suður úr Wroclaw.
Ein lítil býur - ella bygd kunnu vit siga- við eina lítla á, sum lítið vatn er í. Lítið fólk er at síggja, og lítið lív av tí sama í mongu handlunun, sum liggja fram við høvuðsgøtuni oman við ánni.
Vit eru komin til eitt kurstað, her fólk eru komin til at slappa av og fáa viðgerð fyri ymiskt, teimum bilar. Og tá einar tríggjar viðgerðir hava verið um dagin, er helst ikki so nógvur hugur til at fara í býin til nakað buldraligt náttarlív aftaná. Eisini er tað at siga, at her er nógv eldri fók, sum ivaleyst man hava runnið hornini av sær.
Men her er vakurt. Reint og vælhildið. Flottar parkir og fín hotel. Alt tykist at vaksa ógvuliga væl, og ein tann fyrsti tankin er, at ivaleyst hevði tað verið ein stuttleiki at fingið onkran stikling av onkrum av hesum fínu trøðunum heim við at roynt í garðinum har heima. Hví ikki eina polska kastanju. Tað hevði so verið ein roynd vert.
Kurstað er, og hotellið er eisini skilliga ávrkað av tí. Her ganga fólk í sandalum við handkløðum um akslaranar og mala eftir gongunum. Til og frá ymsu viðgerðunum. Tað verið seg vøddamýking, onkrari stráling ella einum runubaði.
Men eg má viðganga, at tey síggja einki petti glað út, hesi fólkini. Sum um allir heimsins trupulleikar hanga á teimum. Skjótt er at sanna, at skalt tú verða her í einar tríggjar vikur, er neyðugt at hava nógvan áhugaverdan lesnað við. Men so leingi steðga vit kortini ikki.

Ymsar viðgerðir
Ferðaleiðarin sigur mær, at fleiri og fleiri føroyingar seinnu tíðina hava leitað sær heilsubót á hesum polsku kurstøðunum. Tað man vera prísurin, sum ger tað, heldur hann. Tí tað er bíligt. Einar 8.000,- krónur fyri tvær vikur heldur hann ikki vera nógv at tosa um. Tá er ferðin úr Kastrup íroknað.
Læknarnir á staðnum vilja halda, at einar tríggjar vikur munnu vera tað optimala, um ein skal merkja nakran mun av teimum viðgerðum, sum givnar verða.
So langa tíð hava vit ikki, men onkran túr á massagubonkinum verður tað til kortini. Og ikki at gloyma runubaðið.
Spyrji vertin, hvussu tað er við hesi rununi, og hvat er, sum ger hana so serliga egnaða til at viðgera fólk fyri trupulleikar við blóðrenslinum og hvat nú kann hugsast.
Jú, hon er tikin úr einum serligum øki við Kraków, sum er serliga mineralríkt, og skal tískil vera sera góð fyri ymsar sjúkur.
Eg hugsi mítt. Havi lært í landalærutímanum í skúlanum einaferð langt síðan, at júst hatt økið er ídnaðarøki, sum ikki altíð varð hildið at vera tað reinasta. Og lítið varð mangan lagt í, hvat fór upp gjøgnum skortsteinin. Og ikki er tað langt frá Ukreinska markinum heldur, so ivaleyst er onkur Tjernobyldropin dottin niður har eisini.
Ná, men eg liggi so í hesum runudíkinum í eitt korter, og einasta ávirkan eg kenni er, at eg má undir brúsuna, tá eg komi uppaftur. Men nú var hetta bara einaferð.
Øðrvísi var við henni sjálvari Lydiu - tað itu nógvar teirra, sum arbeiddu har, sást á bringuskeltinum, tær gingu við - sum knúlvaði ryggjastykkini, so tað grenjaði í lykkjunum. Men tað var nakað, sum gjørdi mun longu eftir fyrstu - og í mínum føri einastu - viðgerðini.