Vatnorkan skilabesta loysnin

Í ársfrágreiðingini hjá SEV verður staðfest, at vatnorkan er skilabesta loysnin, hóast ætlanin at útbyggja vindorkuna ikki er slept. Kanningar verða nú gjørdar og tá tær eru lidnar verður støða tikin til komandi útbyggingar

Vøksturin í elnýtsluni seinastu árini hevur givið SEV orsøk til at endurskoða útbyggingarætlanirnar. Tí er støða tikin til at endurnýggja ein av gomlu motorunum á Sundi og fyrireikingar til at útbyggja í Suðuroy skulu gerast.

Men ein annar átrokandi spurningur hjá orkumyndugleikum kring allan heim er, hvussu komandi ættarlið kunnu útvega sær neyðuga og tøka orku, og samstundis hava atlit umhvørvisspurningin.

Høgu oljuprísirnir gera tað neyðugt at eftirkanna orkuútbygginarmøguleikarnar í Føroyum við orkukeldum, sumikki eru tengdar at oljunýtslu. Og her kemst ikki uttan um, sigur SEV, at vatnorkan er besti og bíligasti møguleikin hjá føroyingum at minka um oljunýtsluna í elorkuframleiðsluni. Harafturat kemur vindur, streymur og alduorka, tó í nógv minni mun.

SEV hevur síðani 1997 arbeitt víðari við Eiðisverkinum og hevur leitt vatn til verkið. Arbeiðið fevnir um 14 kilometrar av samlitunnli úr Eiðisvatni og suður í Vesturdal við tilhoyrandi skaktum og áarinntøkum. Útbyggingin, sum skal takast í nýtslu á sumri í ár, økir vatnorkuframleiðsluna hjá SEV við 19 mió. kWh um árið, og tað svarar til næstan 10 prosent av allari elframleiðsluni hjá SEV.

Hóast SEV ikki metir vindorkuna, sum eina líka góða orkukeldu, sum vatni, so hevur felagið kortini ikki slept ætlanini at útbyggja vindorkuna. Upprunaliga útbyggingarætlanin mátti sleppast, av tí at felagið, sum SEV ætlaði at keypa vindmylluna frá, bakkaði út úr avtaluni. Nú verða kanningar gjørdar av, hvussu nógva vindorku elkervið kann bera og tá tað kanningarúrslitið er tókt, verður støða tikin til komandi útbygging.